BirkBloggur: Minnið skal grógva í lendinum. Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar.
Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar:
Lendið skal ikki fjalast, nei minnið skal grógva og vaksa í tí sjónliga lendinum.
Estetikkur er evnið í dag.
Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo