Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, hevur í dag sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, skrivligan fyrispurning um løgmaður ætlar at halda aftur í útreiðsluvøkstrinum og lækka talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum.

Sambært landsstýrinum er neyðugt at gera tillagingar og sparingar fyri at fáa haldføri í føroyska búskapin.

Hetta sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum sum sparingar innan sokallaðu bleytu økini: almannaøkið, heilsuøkið og skúlaverkið. Sparingarnar raka fyrst og fremst tey, sum hava hjálp fyri neyðini.

Sum liður í at tálma útreiðslurnar verða treytirnar fyri at fáa rætt til tillagað starv herdar. Hetta rakar tey, sum annars vilja geva sítt íkast til samfelagið, men hetta gerst nú truplari. Fyri einstaklingin kemur tað illa við ikki at sleppa uppí part at byggja samfelagið upp, og fyri samfelagið merkir hetta minni framleidni.

Ætlanin er, at fólkaskúlin skal spara 5 mió. kr., men trupult hevur verið at fingið upplýst, hvat hesar sparingar merkja. Verða færri størv í fólkaskúlanum, gongur hetta út yvir teir veiku næmingarnar.

Heilsuverkið skal spara 1%, og tað merkist hjá teimum sjúku og veiku.

Tá samgongan varð skipað, segði løgmaður, at hóast fleiri aðalráð vórðu upprættað, skuldi miðfyrisitingin ikki kosta fleiri almennar skattakrónur, men tað er staðfest, at tað ger hon, nú skjótt tvey ár eru farin av valskeiðinum.

Í løtuni eru umframt løgmann, 7 landsstýrisfólk í starvi, eitt færri enn tað hevur verið, og tí er spurningurin, um løgmaður ætlar at brúka hetta høvið at lækka talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum fyri at betra haldførið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo