Stóri Dragon 12 drekin hjá svensku fyritøkuni Minesto hevur nú framleitt streym inn á netið hjá SEV í eina tíð, og tað hevur alt gingið eftir ætan, tað er Bernt Erik Westre, sum stendur á odda fyri tøkniliga partinum av verkætlanini sum er í Vestmannasundi.
Umráðið sum drekin arbeiðir í er einar 70 metrar í tvørmát, og dýpið er áleið 50 metrar. Tað ber til at fylgja við á monitorum sum eru bæði hjá Minesto og SEV, skrivar Hydro Review.
-Tað er altíð eitt slag av sannleikans tíma, tá úrslitini av fyrstu royndunum koma inn. Tað er ein rúgva av ymsum stillingum og øðrum sum skal vera rætt, fyri at alt skal ganga sum ætlað. Tað var sera gott at kunna staðfesta, at framleiðslan av streymi er sum ætlað, og at Mienesto nú er í maga-watt ligaini, sigur Bernt Erik Westre við miðilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo