Tað gongur framá við ætlanunum hjá svensku fyritøkuni Minesto, sum í samstarvi við SEV mennir sjóvarfalsorku í Føroyum. Fyribils hava flestu royndirnar verið gjørdar í Vestmanna, men tann stóra verkætlanin er í Hestfirði, og nýggi strategiski samstarvspartnarin skal hjálpa Minesto við fíggjarligu síðuni av verkætlanini, verður sagt í nýggjari fráboðan.
- Útbyggingin av verkætlanini í Heystfirði er ein týðandi varði hjá Minesto, at framleiða sjóvarfalsorku í stórum, handilsligum nøgdum. Tí er tað av stórum týdningi at fáa stuðul frá Ernst & Young til víðari menning av samstarvi við onnur, sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo