Foreldrafundur var í barnagarðinum Áarlon í Kvívík í kvøld. Jákup Sundstein Jóanesarson, leiðari, hevði við høvið heitt á borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, um at hugleiða um støðu móðurmálsins í dag.
Hann sendir - á skeivari – bylgju – millum - bylgjur – og – á – øðrum – frekvensi -millum – allar - frekvensirnar.
Hon hoyrir – ikki annað – enn skróv – og – skurr – og brak – ella sjóð – millum – bylgjandi – bylgjur – á einum – frekvensi – sum gleppur – sum – glapp – sum – er gloppin – við – alla – av – hondum.
Soleiðis tekur Heðin M. Klein til í yrkingini “Hann sendir” - í nýggjum yrkingarsavni, júst komið á marknaðin, undir heitinum “Millum blundirnar.” Hon fekk meg at hugsa um móðurmálið. Á slóð tess gjøgnum søguna hevur nógv skróv, skurr, brak og sjóð verið á ymsum frekvensum. Men tað glapp okkum ikki med alla av hondum kortini. Tjóðskaparligu andevnini og magnfulli samleikin stóðu álopunum kurl og higartil hava vit sigrað ímóti øllum væntanum og hagtalsligum fyritreytum.
Onkuntíð hevur tað verið okkum vátari undir fótum. Í “Indberetninger fra en reise i Færøe 1781 og 1782” ger vísindamaðurin úr Miðvági, Jens Chr. Svabo, støðuna upp. Hann var sannførdur um, at føroyskum máli ikki var lív lagað. Málið var komið á grúgvu, og har vóru bert tveir vegir at ganga. Annaðhvørt at gera royndina at reinsa málið - við at leita aftur til gomlu norrønu rótina, ella, heilt at fara yvir til at tosa danskt. Seinra leiðin metti hann vera ta lættastu – um ikki hina rættastu – leiðina. Hann var fullvísur í, at soleiðis fór eftirtíðin at laga seg málinum viðvíkjandi. Av góðum grundum kundi hann ikki gruna um rákini og magnið, sum seinri løgdu hendan avgerandi grundvøllin á eina heilt aðra og nýggja kós.
Sjálvur eri eg føddur undir donskum skýlofti. Í Ærøskøbing. Síðan vaks eg upp teir fyrstu mánaðirnar í skiparabýnum Marstal, har sálaði pápi mín hevði leitað sær eftir einum skipsføraraprógvi. Við sær hevði hann frúnna, sum gjørdist móðir mín. Har, undir fremmandum hválvi, sum ómælingur, var lagnan siglað samleikanum og móðurmálinum viðvíkjandi. Eitt av nógvum børnum hjá lesandi foreldrum uttanlands hevði flutt seg úr móðurlívi til eitt lív sum føroyingur samskiftandi á móðurmálinum fyrst og fremst. Av góðum grundum minnist eg onki til hesar dagarnar á Ærø, var bara 4 mánaðir gamal, táið foreldrini hendan serliga ringa veturin til kulda, ís- og veður, vendu heimaftur við prógvi og barni.
Tað var gamalt - ikki at fara um hav, sund og firðir við óskírdum barni, tí varð eg doyptur undir danskari tungu og í svalandi donskum vatni í Marstal kirkju hin 22. januar 1956 av prestinum H. N. Krarup Hansen. Tað skemtiliga við hesi skírn undir fremmandum hválvi er kanska, at ætlað var, at eg skuldi bera franska navnið Napoléon, men ístaðin bleiv eg uppkallaður eftir einum av bygdarmonnunum hjá mammu mínari – gøtuskeggjanum Tórbirni – faðir at hinum gitna Tróndi í Gøtu. Tað var Krarup Hansen sum interveneraði. Tað bar ikki til at kalla franska keisaran upp í Danmørk, hann visti bara um onkran hund og møguliga onkran frens við hesum navninum, og hann kundi ikki vita, at abbi mín á Glyvrum gjørdist spinnandi illur av hesi hending – hann var sjálvur uppkallaður eftir Napoléon keisara.
Eftir nakrar dagar í Havn lendu vit í Gøtu – Syðrugøtu. Búðu tey fyrstu árini inni hjá ommuni og abbanum og seinri í einum grannahúsum. Skyldfólkini vóru tjóðskaparliga kveikt og ógviliga tilvitað um málsliga týdningin. Um móðurmálsins støðu í samfelagnum. Gøtu bygdir høvdu tann fyrimun, at kunoyingurin S. P. Konoy var fyrstilærari við Gøtugjógv í áratíggir. Hann var vinmaður teirra Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen og leingi formaður í háskúlanevndini. Hann tók saman við gøtumonnum stig til at stovna Føroya Fiskimannafelag og sat eisini á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin. Tjóðskaparrørslan hevði tikið dygt í hann, og longu meðan omma mín gekk í skúla, hon var fødd í 1901, undirvísti hann gøtubørnum, um foreldrini annars ynsktu tað, á móðurmálinum uttanfyri skúlans gátt. Helst hevur Konoy rátt ommu míni, hon var hálvur kunoyingur, til at fara á Háskúlan, og har hevði hon eftir øllum at døma fingið eina opinbering, tí hon róði altíð aftur á ta tíðina og umrøddi háskúlahjúnini við mestu tign og virðing.
Tað var ongin skipað barnaansing í Gøtu, tá eg var óviti. Um allar mammurnar ótilvitað ansaðu eftir øllum børnunum samstundis, ella tær høvdu avrátt okkurt um at hava eyguni við okkum, tað veit eg ikki, men onkursvegna kendu vit tað soleiðis, at vit ótarnað gjørdu sum vit vildu – allar staðir. Frælsi eyðkendi hesa tíðina. Eitt sum eisini var avgerandi fyri hesa tíðina í uppvøkstrinum var døgverðin. Døgverðin var tá um døgverðamálið. Har sótu so trý ættarlið og onnur í húskinum við borðið og spjallaðu eftir átið og útvarpstíðindini, sum høvdu høga raðfesting, og Guð náði tann skapning, sum lat orð falla ta løtuna, táið Niels Juel, Ívar ella Lias greiddu okkum frá støðuni innanlands ella uttan úr heimi.
Tað var við døgverðaborðini í føroyskum heimum, at hin stóra yvirleveringin av máli og mentan gekk millum trý ættarlið. Har vunnu vit ta nógva av kálvføðingini, umframt tað sum seinri fekst undir húðina og skallabeinini í ymsum skúlum.
Tá eg var 5 ára gamal, løgdu vit í 1960, sum so mangan fyrr og seinri, frá landi í Føroyum. Ferðin gekk yvir um hav. Pápi mín sigldi sum navigatørur millum Norður- og Suðurameriku. Skipið var danskt og onnur foreldur høvdu eisini børn síni við umborð. Siglandi óvitar í fremmandum sjógvi. Tann eini var Michael Thorsen, sonur ein av stýrimonnunum, vit vóru javnaldrar, og komu soleiðis at samskifta ta nógva av tíðini, táið vit annars vóru frammi úr rekkjunum. Vit vóru í New York, Baltimore, Philadelphia, Panama-veitini, Lima, Guayaquil, Valparaíso og Santiago. Vóru í Inka-ríkinum og uppi í heimsins hægsta húsi – Empire State Building. 9 mánaðir seinri vóru vit aftur í Grógv í Syðrugøtu, og tá kom bakslátturin. Málsliga afturstigið, hóast vit høvdu Kálvamuuna hjá Sigurði Joensen og Frændaleysa hjá Hector Malot við okkum yvir um hav. Viðskerin oman á allar upplivingarnar var, at Michael hevði trumfað málsliga. Størra tungumálið vann á hinum minna. Og har gekk eg – 6 ár gamal – og tosaði danskt burturav í gøtutúni. Tað hevði nakað av blíðligari happing við sær, tí minnist eg hendingina so serliga væl. Kann ætla at fjølskyldan hevði eina tilbúgvingarætlan klára, tí skjótt var móðurmálið aftur gerandismálið.
Tað eru dagar sum eru størri í huganum enn aðrir. Mamma mundi vera burturi stødd, tí omma fylgdi mær yvir til Gjáar fyrsta skúladagin. Eg var í stívasta pussi. Nýtøttaðari troyggju og plusfourbrókum. Hetta var skúlin sum omma, abbi og mamma høvdu gingið. Universitetið í Gøtu. Skúlin sum Konoy – gamli lærari – stjórnaði við kønari og harðari hond í ár so mong. Ein tragikomisk søga er, at Símun Pauli Konoy í 1914 bað um innlit í Louis Zachariasen-sakina, eftir at hesin av málsligum orsøkum varð sagdur úr starvi sum kennari á Velbastað og í Kirkjubø. Tað margháttliga sum kom burturúr hesum var sambært universitetsritgerðini hjá Arnfinni Thomassen: “.....at Konoy året efter blev fritaget for sine pligter til at “spille Orgelharmonium í Gøte Kirke, samt til om forlanges, at udføre Degnetjeneste i samme Kirke.”
Nú ráddu onnur fyri borgum. Símun Simonsen, versonur Konoy, var fyrstilærari, og afturat sær hevði hann Poul Enok Hansen og Helgu. Helgu Øregaard. Hon var slektað úr Kvívík og gift kenda tingmanninum Jákupi Frederik Øregaard, sum í mong Harrans ár umboðaði Javnaðarflokkin á Føroya løgtingi. Helga tók sær væl av okkum í gamla skúlanum bygdur í 1886. Ein hendinga góð lærarinna, og har lærdu vit móðurmálið frá grundini. AÁB´ið og rættstavingina hjá Hammershaimb. Minnist serliga væl, tá eg var komin fram á Ø´ið í stavraðnum, tá helt Helga fyri, helst skemtandi við ein smædnan óvita, at nú skuldi eg læra at skriva eitt heilt orð. Og tað bleiv sjálvandi Øregaard. Kortini gjørdist eg ikki javnaðarmaður – og tað var sjálvandi heldur ikki ætlan hennara. Hon ynskti bara pedagogiskt at vísa mær, hvat ið stavurin Ø, sum ein av mongum, kundi brúkast til í praksis.
Nú lendu vit aftur við eina kjarnu í øllum málspurninginum. Hesin kjarnin er skúlin. Í okkara tíð eisini ansingarstovnarnir. Og tað eru allar grundir til at vera á varðhaldi, tí málið hevur á søguslóðini verið fyri lemjandi hóttafalli, so álvarsliga, at granskarin úr Miðvági, Jens Christian Svabo, sum áður sagt, so seint sum í 18. øld hevði mist vónina um, at málið yvirhøvur fór at fóta sær aftur.
So galið gekk tað kortini ikki, men tað kundi Svabo av góðum grundum onki vita um, meðan hann enn var uppi á døgum. Hann doyði í 1824 og væl seinri í tí øldini skolaði ein flóðalda inn yvir Føroyar. Romantiska tjóðskaparrørslan - rikin innan av meginlandinum - elvdi eisini til veking í Føroyum. Tiltikin er jólafundurin í 1888, fyrstu royndirnar við føroyskari blaðútgávu, royndir á skaldsligum slóðum o.s.fr. Trilvandi royndir. Væl fyri hetta royndi V.U. Hammershaimb at prædika á føroyskum máli í Kvívík í 1855. Tað varð so illa dámt, at hann ongantíð gjørdi royndina aftur. Kortini var hendan aldan so mensk – tjóðskaparrørslan - at tað av álvara fór at grógva um gangandi fót hóast alskyns forðingar á leiðini.
Tey flestu kenna stríðið fyri at fáa móðurmálið inn um skúla- og kirkjugátt. Tað eydnaðist ikki fyrrenn seinast í tríatiárunum – fyri góðum 80 árum síðani. Hetta er um tað mundið, tá mamma mín, sum enn er uppi á døgum, júst var farin í skúla. So stutt síðan. Áðrenn tað vóru einstakar royndir gjørdar í fólkakirkjuni, og brøðrasamkoman legði eisini trýst á. Fyrst við týddum- og upprunasangum og seinri við bíbliutýðingini hjá Victori Danielsen. Ein andalig flóðalda verður ikki steðgað av lógarforðingum, táið hon fyrst hevur fingið tak á hugsandi menniskjum.
Idealistar, kveikjarar, skald, kennarar og onnur bóru kyndilin, og tað slepst ikki undan einaferð enn at nevna Føroya Fólkaháskúla sum meginkatalysatorin í stríðnum fyri at fáa móðurmálinum tann sjálvsagda og uppiborna rættin sum høvuðsmál í øllum lutum. Tað ber als ikki til at meta og máta tann týdning, sum Símun á Skarði og Rasmus á Háskúlanum hava havt fyri tjóð okkara, teir gjørdu móðurmálið til meiri enn ein samskiftismiðil. Til eitt kall hjá øllum næmingunum. Á sama hátt dugnaðu teir kennarar, sum tíbetur fóru lætt um donsku lógarforðingarnar, og lærdu frá sær á móðurmáli okkara uttanfyri skúlans gátt. Og tey, sum yrktu fosturlandssangirnar, ið seinri vóru savnaðir í Songbók Føroya Fólks, fingu stóran týdning fyri savningarmegina í landinum. Fyri ikki at tala um – kvæðini.
Vunnið varð á lógarforðingunum, og málið slapp umsíðir inn um gáttirnar í skúla og í kirkju. Um hetta mundið - 10. desember 1937 - hevði rithøvundurin, journalisturin og magistarin Jørgen-Frantz Jacobsen hesa viðmerking í danska blaðnum Politiken: “Undervisningssproget i den færøske Folkeskole er gennemgaaende overalt – Færøsk. Ikke fordi Lærerne vil sabotere Loven, ejheller fordi de ikke kan tale Dansk. Men de kvier sig ved det. Deres sunde Sans forbyder dem det. Det er lige saa vanvittigt, som hvis københavnske Lærere skulde tale Svensk med deres Elever. Det viser sig, at der er Grænser for, hvor megen Unatur der kan gennemføres ved Hjælp af en Kgl. Anordning.”
Seinri – í 50´árunum – fingu vit útvarp og nógv seinri sjónvarp. Tveir leikarar sum saman við bløðunum høvdu stóra málsliga kveiking og menning við sær. Bara savnið, sum liggur í kringvarpsins goymslum, er ein gáva, ið vit mega fara væl um og brúka okkum sjálvum til frama. Orðini, orðtøkini, dialektirnar og tosingarlagið úr ymsum heraðshornum landsins er ein glógvandi kelda til komandi ættarlið, sum vónandi fara at leggja afturat hesum magnfulla varða.
Fróðskaparmenninir, sum akademiseraðu háskúlamegina, eiga sín stóra lut í menningini – í smáum stovnaðu teir eitt universitet, kanska tað minsta í heiminum, og tað átakið, sum kanska gjørdi størsta munin, vóru bíbliutýðingarnar hjá Victor, Dahl og Viderø. Umframt hin átrúnaðarliga partin gjørdust bíbliurnar tað undirstøðukervi, sum skjótast kundi transformera málsligu menningina kring um í einum landi, har heilagu skriftirnar liggja á flestu náttborðum og undir koddunum í flestu koyggjum. Victor tók eitt megnartak og var fyrstur við allari bíbliuni, umframt alt annað sum hesin andans stríðsmaður fekk frá hondini. Dahl hevði týtt Nýggja Testamentið og nakað av gomlu Paktini.
Eftir at Prósturin var farin í annað ljós at vera, kom skálvíkingurin Viderø upp í leikin. Hann flutti dastið av gomlu Paktina yvir í føroyskt mál. Seinri gjørdist hann, um ikki ein mýta, so ein legenda. Ein óundansleppandi kastali – ein skansi – í føroyskum skaldskapi og málsligum virki. Sum menniskja, prestur, guðfrøðingur, fjakkari, filosoffur, skald, týðari og søgumaður á sín serliga hátt. Umstøðurnar vóru ikki tær bestu, táið hann flutti Hitt Gamla Testamentið úr grikskum yvir á føroyska tungu í pappírstroti umvegis tómu havragrýnseskjurnar, sum hann fekk frá handilsmanninum norðuri í Hvalvík. Sigi sum gamli landslæknin, Hanus D. Joensen: “Hvørki málsliga ella guðfrøðiliga eri eg sjálvandi førur fyri at meta um hesa týðing, men eg havi kortini í øðrum ørindum ógviliga gjølla fleiri ferðir lisið hana, og so hvørt borið hana saman við týðing Victor Danielsens og týðingar til onnur mál. Mær tykir, at týðingin er góð, í støðum eitt meistarverk. Aðrir høvdu sett á Gamla Testamentið, eitt nú Jóan Petur uppi í Trøð (við stuðuli frá Hammershaimb, prósti), Jógvan Poulsen og fremst av øllum Jákup Dahl við Sálmunum, Orðtøkum Sálamons og Prædikaranum. Men enn vóru út við teir níggju tíggjundapartarnir av Gamla Testamentið eftir at týða, út við tveir triðingar av allari Bíbliuni. Kristian Osvald byggir, men ikki bara, á tað bíbliumálið, sum Jákup Dahl hevði skapað.”
Soleiðis á leið hevur tað gingist fram til okkara dagar. Sjálvur flutti eg úr Gøtu skúla einaferð í 2. flokki. Vit fluttu út á Glyvrar at búgva, og har kom eg at ganga í einum lutfalsliga nýggjum og toppmodernaðum skúla. Í barnaskúlanum helt Jenny Danielsen fram við góðu gongdini hjá Helgu Øregaard. Í realskúlanum tók Hans Jacob Sigvardsen yvir, og hann var tikin úr leikum. Nú var tilvitið vorðið størri og áhugin vaksin. Fyri honum var móðurmálið næstan heilagt. Samskiftismiðil og onkursvegna guðaborið um somu tíð. Hóast vit lærdu danskt, enskt, týskt og seinri franskt – so var móðurmálið okkara mál. Um tað stóð ongin ivi. Í Hoydølum tók veteranurin Erik Petersen sær av okkum, og á Sjómansskúlanum orðnaði Jóannes Skaale paragraffirnar og onkuntíð loysti Marius Johannesen hann av á vaktini.
Hvat var so endamálið við hesum lestrinum? At tosa um meg sjálvan? At pussa mína egnu gloriu? At hálova egnum brøgdum?
Alt annað. Tók bara tað dømi av øllum, sum eg kenni betri enn nakað annað. Slóð mína í kjalarvørri móðurmálsins. Eg eri hvørki betri ella verri kálvføddur enn nakar annar á mínum aldri, vit hava øll gingið tann sama skúlan og hava livað, andað og virkað í somu rákum. Ein fyrimun høvdu vit kanska, kortini, ágangurin uttaneftir var makari enn nú. Vit hoyrdu norðmannin á millumbylgju og onkuntíð danskaran á langbylgju. Sjónvarp var onki fyrrenn vit vóru farin um ringasta ávirkanaraldur.
Er støðan nú so ring hóast avbjóðingarnar eru stórar?
Tey ungu, sum eg práti við í dag, tosa eitt betri mál, enn tey sum vóru gomul, táið eg var ungur. So nýtt er hetta, at abbi mín bert skrivaði á donskum, hann hevði ikki lært annað, meðan omma mín – 11 ár yngri - hevði fingið kálvføðingina frá Konoy og háskúlamonnunum. Hon skrivaði brøv á føroyskum. Tá eg var óviti, sungu vit danskar sálmar í Glyvra kirkju ein sunnudag um mánaðin.
Hendan menningin er sum sagt ikki komin av ongum, og onki kemur av ongum. Umframt romantisku tjóðskaparalduna virkaðu viðkomandi leikarar á hesum vøllinum og framvegis síggjast fótasporini hjá visioneru fólkunum, sum toygdu seg í hvørjari lykkju fyri at fremja leikin, at føroyskt mál er málið í øllum tjóðarinnar brigdum.
Móðurmálið er í dag samskiftismálið í øllum lutum innanlands, tíbetur, men tað verður ikki standandi uppi, av sær sjálvum, um ikki verður lúkað og gróðursett dag frá degi. Vit, á okkara aldri, hava kent og livað saman við fólki, ið hava verið í sjálvum stríðnum, sum hava gingið á Háskúlanum. Í teirra føri var móðurmálið ikki bara ein samskiftismiðil – men eisini ein stórur partur av teirra samleika, hetta lá líkasum undir húðini. Undir skallabeinunum. Frá teimum geislaði ein kveiking, sum saman við góðum lærarum krøkti okkum í hesa somu ferðina. Gylta háskúlatíðin er farin, tjóðskaparliga flóðaldan, sum einaferð var, er viknað, og tey yngstu í samfelagnum hava ikki livað saman við teimum, sum onkursvegna kendu tað sum eitt kall, at stríðast fyri samleikanum – móðurmálinum.
Hesi liva nú í eini ivasamari støðu á tann hátt, at samstundis sum tilvitið um málið er linkað, vera hesi bombarderað sólarringin á tamb við útlendskum tilboðum á óteljandi rásum úr ljóð- og myndahavinum. Substantielt kann tað kanska vera gott, men málsliga mega vit støðugt meta um hetta og framleiða tey amboð, sum eru neyðug, fyri at varðveita tað alra dýrasta vit eiga – móðurmálið. Vit eru móðurmálið og øvut.
Gævi at vit gera nóg mikið nú og í ævir allar soleiðis, at hesin sangurin eisini kann syngjast í Føroyum um túsund ár:
Føroya mál á manna tungu/merkir: Her býr Føroya fólk./Slektir fornu og tær ungu/eyðkendu seg sum ein bólk,/ið helt fast við fedramál,/virdu tað av hug og sál,/gloymdu ikki ættarbandið;/byggja tí enn hetta landið.
Tað eru bara vit, sum eiga tjóðina, ið kunnu gera nakað við at fremja leikir í mun til avbjóðingarnar, sum nú eru uppi í tíðini. Ágangurin á føroyska málið úr talgildum keldum er øgiligur. Tú fær ikki vent tær fyri glampandi skíggjum, sum smábørn, óvitar og eldri eru rúnarbundin av stórar partar av sólarringinum. Rák í tíðini fáast ikki at reka aðrar vegir, tí er bert ein loysn á hesum mótinum, at dubba afturímóti. At fáa móðurmálið inn í talgilda heimin. Tað kostar sigur onkur, ja, í materiu, men hvat fer tað ikki at kosta okkum, um móðurmálið so líðandi fjarar burtur í ein mýrivong, og onnur tungumál leggja seg á tjóðina?
Døgverðaborðið, har trý ættarlið spjallaðu um allar lutir, er ein farin tíð. Tann metodan kann ikki brúkast longur, men tað mátti borið til at gjørt eina roynd at brúka tað ovurstóra potentialið, sum finst í tí stóra skaranum av fólki, sum er omanfyri 67 ár.
Frálæran í føroyskum á skúlum, miðnámsskúlum og serstakliga á Setrinum, har námsfrøðingar og kennarar fáa síni prógv, má styrkjast munandi. Tað er keldan til kálvføðing av okkara ungdómum, tað er haðan løkir skulu renna út í hvørt heraðshorn í landinum og svala komandi spírar í móðurmálsins dýpd og mæti.
Apropos døgverðaborðið so merkir nýggja støðan, har øll eru á arbeiðsmarknaðinum allan dagin, ikki tað sama sum, at foreldrini eru skeklað úr hesi álvarsligu søk, at telgja nýggjar føroyingar úr sínum egnu børnum. Hetta er álvaramál, har tey sum eiga børnini mega taka bróðurpartin á seg. Tað gerst við at tosa við og at lesa fyri børnunum, tí júst á tí økinum hevur Bókadeildin hjá Lærarafelagnum verið serliga dugandi.
Einaferð lýsti Glyvra Bio so serliga malplaserað í Útvarpinum við eini franskari kykmynd undir heitinum “Abbi í hálku.” Upprunaliga franska heitið var “Hibernatus”. Louis de Funès, Michel Lonsdale, Claude Gensac o.o. vóru leikarar, og í donskum kykmyndahøllum gekk filmurin undir heitinum ”Bedstefar på glatis.” So elegant hildu glyvramenn, at júst hesin abbin var heldur illa skøddur til tað førið og ta hálku, sum var hesa løtuna kykurin vardi. Tann brølarin fekk onga ávirkan á mál okkara, uttan tað, at leingi hevur verið læið at hesum, serliga í bygdini sjálvari.
Avbjóðingarnar, sum nú hava verið í ansingarstovnum kring landið í eina tíð, nú fleiri nationalitetir enn nakrantíð búleikast í Føroyum, eru størri enn hetta. Tað hoyrist, at føroysk børn eru farin at tosa sínámillum á donskum ella á enskum. Kanska byrjar tað soleiðis, á sama hátt sum hjá mær á sinni, á amerikuferðini, at føroysk børn eru so frægt útborin á fremmandum málum, at tey leita og laga seg eftir tí, sum ikki finnur inn á føroysku slóðina. Hetta má og skal nakað gerast við, annars kann stórur skaði standast av, at mong okkara fara av málinum, tí at vit onki gjørdu við tað. Ein útvarpsmaður spurdi meg nú ein dagin, um ein kommuna eigur at hava ein málpolitikk. Ja, tað haldi eg veruliga. Tí fari eg nú at seta soleiðis út í politiska sjókortið, at Runavíkar kommuna orðar ein málpolitikk, sum røkkur heilt frá teimum smæstu í vøggustovunum inn á bonaðu fjalirnar í Ráðhúsinum. Tað er bráðneyðugt, sum støðan er vorðin í ávísum segmentum. Yvirhøvur er støðan á einari leið, men tað eru stór opin sár ið skulu lekjast - og betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin.
Sagt soleiðis, táið eg hugsi um floymin av føroyskum bókmentum og sangi, sum spríkir út á marknaðin í okkara tíð, og hvussu ússalig støðan var fyri bara stórt hundrað árum síðan. Málið og mentanin er alt, alt annað foykist burtur - alt eftir sum tað fløðir og fjarar. Fyri at seta tað inn í ein grønlendskan kontekst kom eg at hugsa um mentanarligu Sisimiut-ráðstevnuna í 1970, táið danskarin Mogens Boserup mælti til at gera enda á grønlendskum málinum, sum hann helt vera eina forðing fyri allari menning í Grønlandi. Hann var boðin við sum fyrilestrarhaldari, og táið ráðstevnan var liðug, takkaðu grønlendingar honum fyri ómakin, og journalisturin Ulloriannguaq Kristiansen handaði honum eina sømdargávu. Eina lítla kajakk við ongum skinni, ongum segli, - bert eitt beinaræ. Og endasalutturin hjá kenda grønlendska tíðindamanninum var: ”Grønlendska fólkið við ongum móðurmáli er sum ein kajakk við ongum skinni – ongari bólstring.” Hetta er essensurin, sjálv kjarnan, hjá øllum tjóðum, øllum heimsins fólkum. Eisini føroyingum.
Málspurningurin var einaferð ein partapolitisk kastibløka, nú er málið viðurkent av okkum øllum, og lat tað ikki henda, at politiskir flokkar aftur fara at breiða uppá seg hesum viðvíkjandi. Sum sagt verður í bókini hjá Arnfinni Thomassen: “Da lagtinget i 1910 ikke kunne enes om sprogsagen, og modsætningerne, især på grund af § 7, skærpedes partierne imellem, kom Selvstyrepartiet efterhånden til at fremstå som partiet, der havde patent på færøskens fremme. Derved blev en sag, der havde fortjent bedre, partipolitisk kastebold.” Guð forbjóði at tað hendir aftur.
Byrjaði við frekvensforvirringinum hjá Heðini M. Klein, og nú endi eg við einari yrking úr “Fyribilsni” - nýggjasta savninum hjá Tóroddi Poulsen:
“orðini hava – bent meg – so illa – at eg fái – nóg illa – gingið – fyri pínu – í øllum – kroppinum.
í navnhátti – má eg leggja – meg niður – somuleiðis í – lýsingarhátti – tá svími eg – kortini – hvørja ferð.
eri ryggbrotin – tá eg vakni – við aftur – og tá eg verði – sterkt bendur – í søguhátti – biði og bøni eg – guð um náði – at hann ikki – skal útseta meg – fyri meir av slíkum.”
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo