Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Álvarsliga sjúkan miltisbruni er staðfest á einum bóndagarði nærindis býnum Liaocheng í Kina. Bæði djór og menniskju eru smittað. Myndugleikarnir hava sett strong tiltøk í verk, skrivar norska TV2.

Lokalu myndugleikarnir hava stongt garðin og avlívað øll djórini, upplýsir almenna sjónvarpsrásin CCTV.

Fimm starvsfólk, sum hava havt beinleiðis samband við djórini, eru smittað. Tey hava mild sjúkueyðkenni, eru isolerað og fáa viðgerð.

Miltisbruni er ein álvarslig bakteriusjúka. Sjúkan er mest vanligt hjá djórum, men kann í sjáldsomum førum smitta menniskju.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo