Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggjasta barnabókin eftir Rakel Helmsdal, Miljuløtur, er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta kunngjørdi Norðurlandaráðið fyri løtu síðan á árligu barnabókamessuni Bologna Children’s Book Fair í Bologna.

Miljuløtur er eitt myndprýtt stuttsøgusavn til børn. Søgurnar lata upp fyri einum rúmi, har vit stegða á og uppliva heimin við eygunum á einum barni. Í hesum rúminum verður tað gerandisliga, sum børn kenna aftur, flættað saman við tað hugfloygda og yvirnatúrliga. Kathrina Skarðsá, ið er dansk-føroyskur yrkismyndprýðari, hevur myndprýtt bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2018.

Virðislønin verður latin í Stockholm í oktober.

Rakel Helmsdal var í 2013 í uppskoti til somu virðisløn fyri bókina Klandursskrímsl og í 2018 fyri bókina Neyðars skrímsl saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttur og svenska Kalle Güettler. Í 2016 var ungdómsskaldsøga hennara Hon sum róði eftir ælaboganum í uppskoti til virðislønina. Rakel Helmsdal var í 2018 fyri triðju ferð í uppskoti til Astrid Lindgren Memorial Award-virðislønina fyri ritverk sítt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo