Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Várið í franskari list lýsti fyri degi í apríl 1874, táið tey - av almennu Salongini havnaðu - ungu listafólkini hildu sína egnu framsýning hjá fotografinum Nadar í París.

Henda framsýning fann ikki fagnað millum ummælarar, men kom tó at fáa skakandi ávirkan á franska og europeiska list og er síðani kend undir heitinum: “Impressionistarnir”, hetta eftir heimsgitna málningin hjá Monet: “Impression”.

Listarinnar DNA
Hetta frambrotið sást eftir hetta aftur hjá dønum við – bæði hjá einstaklingum og hjá meiri staðbundnum bólkum - so sum: “Fyn-málararnir” (Zahrtmanns skúli), “Bornholm-málararnir” (Oluf Høst o.o.) og “Skagen-málararnir” við eitt nú: P.S. Krøyer, C. Krohg, Ancher o.o.

Fjølbroytta vera og leið listarinnar – um hvussu hennara DNA tekur seg upp og ferðast um lond og øldir - eru ikki løtt at greina.

Hesin ríki mentanararvur - sum livir um ættarlið millum vanlig fólk og serskøltar. Hesar margháttligu gávur - sum onkursvegna spríkja og skorða seg fram eftir torgreiddum slóðum.

Ein tanki trokar á her: Finnast hesi nevndu bólka-fyribrigdi í landi okkara?

Kalsoyggin
Mjá og 19 km long strekkir Kalsoyggin seg við fýra avmarkaðum bygdaløgum innanborða í tætt saman bundnari eind við fleiri tunlum.

Fyri vestan er oyggin kransað við steyrrættum bjargarókum, meðan eystursíðan er vallað við fruktagóðum líðum, dølum og brøttum, berligum tindum.

Hagalendið er grasvaksið av Trøllanesi og heilt norður um Fýrin á Kallinum, har ið oyggin sum eitt skip við skúmi frá bógnum stevnir á útnyrðingsleið út á tað fongríka, slavna og hættisliga norðurhavið.

Hesi fýra harðbalnu bygdaløgini hava í brattanum í øldir alið upp framúr raskar kvinnur og tiltiknir hegnismenn innan alt handverk, sjólív og list - ikki minst.

Gávuríkar ættir
Tak eitt nú brøðurnar Olsen, ið eru ættaðir av Húsum: Marius grafikaran, málaran Torbjørn og Hans Paula, har einki mark tykist vera fyri, hvat ið hann kann evna til av myndandi list – við sínum beru hondum!

Teknarin og myndahøggarin Fridtjof Joensen er úr Pálsstovu í Mikladali, skaldið og listamálarin Hans Jákup Glerfoss er ættaður úr Tungu og skaldið og høvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs er ættað úr Norðnástovu.

Hesi viðkvomu evnini - at eygleiða og koma í hug - lýsir Marjun í savni sínum “Karmageitin” frá 2022:

Her er barnið
sum onki skilti
men sum føldi alt
heilt inn á botn
har ið sálin krokaði
undan orðunum.

Beitisættin í Mikladali
Hans Hansen (1920-1970) var framúrskarandi teknari og málari frá ungum av og verður framvegis mettur millum fremstu listafólk landsins.

Eftir nøkur ár til skips leitaði Hans sær niður til Danmarkar til víðari útbúgving, fyrst hjá Bizzie Høyer (1888-1971), har sum Ruth Smith og Ingálvur av Reyni høvdu verið áður, og har sum Terji Skýlindal kom seinni, hetta var ein slóð til at koma sær inn á tað kgl. kunstakademiið.

Hans var einkasonur "Hans Mikael í Beiti" og Johannu Olsen ættað frá Fossá. Elsta systkinabarn hansara, Elsa , var dóttir Jógvan í Beiti, hon giftist við Jákupi Purkhús úr Køkinum í Kunoy , og tey settu búgv á Kósini í Klaksvík.

Hjá teimum helt Hans tíðum til, og hevur hann óivað inspirerað bæði Jóngerð Purkhús við hennara vevnaði av litføgrum teppum og brøðurnar Páll (20.10.1941-19.12.2022) og Jógvan (12.03.1943-), sum báðir hava avrikað listaverk.

Purkhús brøðurnir
Báðir eygagóðir, tann eldri var stillførur og inntonktur, meðan hin yngri var rokaligur og útvendur sum barn, og tó hava teir hetta til felags, at gera sær ómak í tí teir takast við og hinvegin ongantíð gera nakran háva burtur úr sær sjálvum og teim listaligu gávunum, sum eyðsæð liggja í ættini.

Ingálvur av Reyni nevndi stílin hjá Hansi (teir vóru bestu vinir) fyri mikladals-mátin: Hesar neyvu tekningarnar, sum endurgeva motivini sera gjølla – men hava sálina við!

Stílur (genre, sjangra) er, sum fólk eru, og mong ið mála dyrka ofta og títt sterkar litir og brádlig ljósbrigdi, meðan onnur - eitt nú Arnhold Vegghamar av Viðareiði málar máttmikil fjøll og bygdaløg, meðan Jóannis Kristiansen úr Lorvík dámdi at avmyndar fólk, landsløg og tíðum húsa-skjøldrar í skýming – fyri bara stutt at nevna tveir listamenn frá teim norðaru rókunum í landinum.

Páll Purkhús
Her hjálagdar eru fýra verk av Jógvani og ein sjálvsmynd av Pálli, sum hann málaði 17 ára gamal.

Tað, sum sermerkir myndirnar eitt nú av landsløgum hjá Pálli, eru hansara viðkvomu og kámu strok, ið eru linlig og mjúk sum stilt sirm ella sum tað gráliga támið, ið er, eftir at tað er slitið í – og sum Páll var so hugtikin av.

Páll hevur altíð teknað, málað og yrkt. Hann fór ungur niður til Kjøpinhavnar og slapp inn á Akademiið, men treivst ikki har, sum so, og gavst har tí eftir stutta vitjan.

Páll var allar dagar ein kensluborin einstøðingur. Hann hevur helst bara eina ferð havt rættiliga framsýning av myndum sínum fyri mongum árum síðani í Losjuni í Havn.

Tó hevur Gunnar Hoydal fyri Mentanargrunn Studentafelagsins niðri í 1969 savnað og givið út eitt faldiblað við 8 verkum eftir Páll, eins og Norðurlandahúsið gav út eina plakat nøkur ár seinni.

Jógvan Purkhús
Sama lítillátni sermerkir Jógvan Purkhús. Bara eina framsýning hevur hann havt her heima, hetta var í Føroya Banka á Fornagørðum í Klaksvík fyri eini 30-40 árum síðani.

Jógvan kendi sum ungur ein sterkan drátt – ella kall – til at fara yvir á norðurlandið í Íslandi at virka í samkomuni á Sjónarhæð á Akureyri og at hjálpa til við barnalegunum við Ástjørn, har ið samkoman hevur havt virksemi á sumri í mong ár - hetta við munandi hjálp út Føroyum - eitt nú av Victori Dánjalsson við síni “fjallskipan”.

Á Akureyri hitti Jógvan gentuna Rósu, tey blivu góð og giftust og fingu fýra børn. Elsti sonurin, Jákup, er kendur innan grafiskt design og sum listamálari við.

Jógvan hevur lisið íslendskt, og hann hevur skrivað eitt slag av einum parløri: “Føroyskt – íslendskt, lið um lið” (enn ikki útgivin) við ørgrynnu av orðtøkum, stuttum setningum og øðrum týðingum.

Eisini hevur hann fylgt við í íslendskari og amerikanskari málningalist. Hetta sæst aftur í hansara fjølbroytta vali av motivum m.a. andlitsmyndum av persónum, ið honum líkar.

Eitt nú tann framúrskarandi tekningin av Albert Schweitzer (1875-1965) humanistur, lækni, organistur (J.S. Bach), teologur og heimspekingur, sum fekk Friðarheiðursløn Nobels í 1952 í sambandi við, at hann í Afrika setti á stovn eitt hospital inni í Lambaréné í Gabon.

Loksins
Samanumtikið bendir omanfyri standandi á, at Kalsoyggin hevur nakað serstakt fjølbroytni íbygt í barmi, ið vekur til undran at dvølja við - bæði í tíð og rúmi.

Eisini kann nevnast her, hvussu tey har norðuri í Mikladali nýliga hava broytt ferðamanna mynstrið í øllum landinum, tí at øll, bæði landsmenn og tey, sum vitja oyggjar okkara, mugu partú síggja standmyndina av kópakonuni hjá Hans Paula Olsen.

So tey har á staðnum kunnu eygleiða, hvussu bærilig hon ber seg í bjørtum kvøldarroða og sólskini ella balist í vetrarins veldigu brotum í høgættarskúmi.

Myndirnar hjá Jógvani Purkhús eru enn eitt dømi um, hvussu listarinnar DNA vitjar summi serstakt og í hesum føri ein frægan føroying, sum hevur síni ættarbond úr hesi longu og mjáu oyggj fyri norðan.

Hesi avmarkaðu orð eru skrivað Jógvani, vinmanninum, til heiðurs í takksemi saman við øllum góðynskjum hiðani, nú ið hann snarliga fer um 80 ára hvarvið á grækarismessu 2023.

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo