Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fyrsti føroyski fótbóltsvenjarin sum er keyptur, úr bestu deildini í Norra og til eitt søguligt felag, í bestu deildini í Svøríki.

Mikkjal hevur í fleiri ár víst sínar dygdir á venjaraøkinum. Fyrst í B36 og síðani fleiri ár í KÍ, har hann saman við lokalum kreftum, bygdi felagið upp til at standa seg, fyrst í oddinum í føroysku kappingini og
síðani at bjóða av í evropa.

Eitt er at byggja upp, eitt annað er at halda støði og at byggja víðari, hetta er ein av mongu eginleikunum hjá Mikkjal. Mikkjal er sera nærlagdur, við tí hann ger og setir sær fyri.

Áhaldandi góða venjaraarbeiði og tað at KÍ byrjaði at bjóða evropa av, hevur helst haft sína orsøk til, at Fredrikstad ynskti at fáa føroyska venjaran til felagið í 2023.

Eftir uppflyting til bestudeildina, nevnd eliteserien, fyrsta árið og síðani eitt avbera flott fimta pláss higartil í 2024, hevur vakt ans kring norðurlond og helst aðrastaðni við.

AIK Stokholm ynskti føroyska venjaran og hevur skriva sáttmála við Mikkjal, og loyst honum úr starvinum hjá Fredrikstad í úrtíð.

Tað sum gleðir Venjarafelag Føroya er, at føroyskur venjarin kann koma upp á tindarnar í útlandinum.

Sjálvandi kemur einki av sær sjálvum, tað krevur hart arbeiði og nógvar tímar á vøllinum, framman fyri skíggjanum, samrøður, fyrireikingar og góða leiðslustýring.

Og hetta eigur at geva áræði og íblástur, til aðrar føroyskar venjarar, sum ætla ella kundu hugsa sær, eina yrkisleið sum venjari uttanlanda.

Venjarafelag Føroya ynskir Mikkjal, hjartaliga til lukku við sáttmálanum við AIK Stokholm og hansara frálíku yrkisleið sum venjari higartil, til stóran íblástur fyri føroyskar venjarar og føroyskan fótbólt.

Venjarafelag Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo