Venjarafelag Føroya: Valið fall á Mikkjal K. Thomassen úr KÍ og tað var eitt sera greitt val. Mikkjal fekk ikki færri enn 60 prosent av atkvøðunum; næstur honum var Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, sum fekk 30 prosent.
Mikkjal hevur í ár staðið á odda fyri einum sera stinnum KÍ liði, sum á vegnum til meistaraheitið hevur sett fleiri met, t.d. við at skora heili 99 mál og liðið tapti bara ein dyst í bestu deildini hjá monnum. Hetta er aðru ferð, at Mikkjal vinnur henda heiðurin, tí í 2011 vann hann saman við John Petersen, tá teir saman stjórnaðu B36.
Onnur ár hevur Mikkjal eisini verið nær við. Í 2019 gjørdist hann ov stuttur, tá Jákup á Borg fór við heiðrinum. Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin verður ársins venjari. Tó tað ikki altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013, var tað venjarin, sum vann silvur, ið varð valdur sum ársins venjari. Í báðum førum var talan um venjara hjá ÍF.
Venjarafelag Føroya ynskir Mikkjal Thomassen hjartaliga til lukku við flotta og sera væl uppiborna heiðrinum!
Føroya Grótvirki hevur latið steypið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo