Republikanararnir royndu í dag fyri fjórðu ferð at fáa nýggjan leiðara í Umboðsmannatinginum.
Illa hevur gingist hjá republikanarunum at savna seg um ein nýggjan leiðara í Umboðsmannatinginum, men nú eydnaðist tað so.
Eftir atkvøðugreiðsluna í kvøld fekk umboðið úr Louisiana, Mike Johnson, nokk atkvøður at gerast formaður í Umboðsmannatinginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo