Handilshúsið Miðlon í Havn hevði 3,5 mió kr í yvirskoti eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 14 mió kr árið frammanundan.
Tað er stór minking í bruttovinninginum sum er orsøk til minkaða ársúrslitið.
Miðlon er partur av SMS samtakinum, og har sást eisini ein líknandi gongd tá tann roknskapurin var kunngjørdur.
Sigast skal, at úrslitini hjá Miðlon hava verið svingandi, og úrslitið farna roknskaparár samsvarar væl við miðal fyri seinastu 12 árini.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 209 mió kr, harav 57 mió kr er eginogn.
Niels Mortensen er stjóri í Miðlon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo