Miðlastuðulsnevndin: Landsstýrið hevur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 skotið upp at lata somu játtan til miðlastuðul komandi ár.
Lagt er tó upp til ein broyttan stuðulsleist. Almanna- og mentamálaráðið hevur boðað fíggjarnevndini hjá Løgtinginum frá, at eitt lógaruppskot er fyrireikað. Sagt verður, at semja er millum umboðini fyri samgonguflokkarnar í miðlamálum um at 30% av játtanini frameftir fer til rakstur, og 70% av játtanini fer til íverksetan, t.e. at seta á stovn nýggjar miðlar.
Somuleiðis fær forfólkið við broytingunum ætlandi heimild til at avgreiða smærri mál s.s. áheitanir um innlit og at svara fyrispurningum uttan at kalla alla nevndina saman fyri at tryggja viðtøkuføri í avgerðarmálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo