Franski fótbóltsvenjarin Gerard Houllier er deyður.
Tað skriva fleiri franskir miðlar, millum annað L'Équipe.
Hann gjørdist 73 ára gamal.
Fyri bert fáum døgum síðani var hann lagdur undir skurð í meginlívæðrini.
Seinasta venjarastarv hansara var í Aston Villa í 2011, skrivar NRK, men hann var eisini venjari hjá Liverpool og Lyon.
Houllier var eisini venjari hjá franska landsliðnum eitt tíðarskeið frá 1992-1993.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo