Komandi amerikanski forsetin fer at økja kravið til Nato londini ógvusliga, tá hann kemur framat aftur valdinum í Hvítu Húsunum. Nú er ikki nóg mikið, at londini brúka minst 2% av BTÚ til verjuútreiðslur, tað skal vera heili 5%.
Tað skrivar Financial Times, sum hevur upplýsingarnar frá ónevndum embætisfólki.
Verri enn so øll Nato limalondini liva í dag upp til málið um 2% av BTÚ til verjuútreiðslur. Tað Nato limalandið sum brúkar mest er Pólland, har brúka tey góð 4%. Sjálvt brúkar USA 3,4%.
Tað er óvist, um talan verður um eitt reelt krav frá Donald Trump ella um talan er um eitt samráðingarupplegg, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo