- Tað verða serliga løgtingslimir frá útreiðslusíðuni, sum fara at smíða lógirnar næstu fýra árini. Løgtingslimir úr framleiðsluføroyum eru ringir at fáa eyga á.
Hetta skrivar Norðlýsið.
Norðlýsið veit at siga frá samgongusamráðingunum millum CEF-flokkarnar, at um hendan samgongan verður veruleiki, so verða tað 17 samgongutingfólk úr Suðurstreymoy, Suðuroy og Vágum (Útreiðsluføroyum) og einans eitt úr Eysturoynni og Norðoyggjum (Framleiðsluføroyum) til samans.
Sambært keldum hjá Norðlýsinum fer Eyðgunn Samuelsen í landsstýrið vegna javnstøðuprinsippið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo