Bara Torres del Paile tjóðarlundin í Kili er vakrari enn Føroyar, heldur miðilin Big7, sum fæst við at skriva um áhugaverd støð at vitja, og sum hevur ein lista yvir 50 tey vakrastu ferðamálini í heiminum.
Nummar 50 á listanum eru Azorurnar í Portugal. Men eisini onnur kend støð sum Tamil Nadu í India, Grand Canyon í Arizona, USA, Machu Picchu í Peru eins og Venesia, Paris og Marrakesh eru á listanum, bara nógv longri afturi enn Føroyar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo