At ferðast fyri at finna kærleikan er ein vaksandi trendur sigur miðilin sum hevur sett Føroyar á lista saman við 7 øðrum londum, har tað skuldi ligið væl fyri hjá serliga kvinnum at funnið kærleikan. Orsøkin er sjálvsagt, at her í Føroyum eru fleiri menn enn kvinnur, ella fyri at nevna nøkur tøl, so eru 107 mans um hvørjar 100 kvinnur, so har leypa nakrir av.
Onnur lond á listanum eru eitt nú Nýsæland, Kolumbia og Svøríki, har 57% av øllum íbúgvunum eru stakir sambært The Travel.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo