Hækkaða tøkugjaldið á føroysku alivinnuna fer at hava eina negativa effekt á vinningin fyri hvørt partabræv uppá eini 6-7%. Tað sigur Philip Scrase, sum er greinari hjá Carnegie.
Bakkafrost kunnaði í gjárkvøldið marknaðin um, at nýggja landsstýrið ætlar at taka munandi meira inn frá vinnuni enn tað sum lá í kortunum hjá undanfarnu samgongu.
Greinarin hjá Carnegie, sum verður endurgivin í ilaks.no, metir, at tað fer at kosta ímillum 5 og 10 prosent í kurstapi fyri partaeigararnar í Bakkafrosti. Um middagsleitið var fallið tó smá 3 prosentstig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo