Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 001/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um miðfyrisitingina
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvør er árligi kostnaðurin av aðalráðunum árini 2019 – 2023?
Svar:
Sum spyrjarin vísir á, er hesin fyrispurningurin uppfylging uppá spurning 52-133/2023, tá eg í svarinum vísti á gongdina í ársverkum. Hetta gjørdi eg, tí eg haldi at ársverk er rættasti mátin at vísa á, hvørt miðfyrisitingin er vaksin ella ikki, tí ársverkini ikki eru ávirkaði av lønarvøkstri ella prísvøkstri. Lønar- og prísvøksturin er ymiskur frá ár til ár. Serliga í 2023 vóru lønarhækkingarnar høgar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo