Hósdagin vóru løgtingslimir bodnir á fund í Løgtinginum, har Miðflokkurin legði fram uppskot til nýggja fosturtøkulóg.
Seks løgtigslimir úr trimum av hinum fimm flokkunum vóru á fundinum.
Endamálið við uppskotinum er m.a.:
- at endurskapa virðing og tign fyri ófødda barninum
- at tryggja alternativ til fosturtøku
- at lógarfesta rættin til lív heilt frá gitnaðarløtuni
- at tryggja kvinnuni og/ella foreldrum, at barn hennara/teirra verður virðiliga viðfarið bæði áðrenn og eftir føðing
- at tryggja kvinnuni virðiliga viðferð og neyðugu hjálpina bæði áðrenn og eftir barnsburð.
VP skilir, at aðrir tinglimir hava fingið í boði at seta sítt fingramerki á uppskotið og at verða við sum uppskotssetarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo