Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Miðflokkurin: Talan var um varasendimann ísraels til Keypmannahavnar, Jonathan Lebel, sum er í Føroyum á almennari vitjan í hesum døgum.

Løgtingsmenninir hjá Miðflokkinum høvdu ein góðan og gevandi fund við varasendimannin, sum vísti stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum eitt nú politikki og vinnulívi. Hann var sera bergtikin av føroyska tunnilskervinum.

Miðflokkurin er, øllum kunnugt, ein flokkur ið stuðlar og stendur saman við Ísrael og tí kom prátið eisini á støðuna í Ísrael eftir ræðuleikan tann 7. oktober.

Varasendimaðurin vísti sítt takksemi um stóra stuðulin Ísrael fær úr Føroyum, og vísti á at samstarvsmøguleikarnir landana millum eiga at røkjast.

Á myndini eru Jenis Kristjan Av Rana og Steffan Klein Poulsen saman við ísraelska varasendimanninum Jonathan Lebel.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo