Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Rentan, sum Føroyar í miðal rindar fyri síni lán, er nógv minkað síðani 2011 og er við ársenda 2022 0,7%. Væntast kann tó at miðalrentan landskassin skal rinda fyri sína skuld fer at hækka næstu árini, nú tjóðarbankarnir hava sett rentuna munandi upp.

Mynd 1 vísir miðalrentuna við ársenda, sum landskassin rindar av láns­bræva­skuldini. Í 2022 rindaði landskassin í miðal 0,7% í rentu av sínum lánum, sum við ársenda 2022 høvdu eitt marknaðarvirði á 3,5 mia. kr. Rentan, sum Føroyar í miðal rindar fyri síni lán, er nógv minkað síðani 2011, tá landskassin í miðal rindaði gott 3% í rentu av síni skuld.

Væntast kann, at miðalrentan landskassin skal rinda fyri sína skuld fer at hækka næstu árini. Landskassin rindaði í juni 2022 eitt lán aftur á 1,3 mia. kr. Hetta var gjørt við, at landskassin tók ein nýtt lán á 1,1 mia. kr. og rindaði 200 mió. kr. aftur av skuldini av tøka gjaldførinum. Rentan á nýggja láninum er 1,25%, og lánið er eitt 2 ára lán.

Næsta lán hjá landskassanum fellur til gjaldingar í juni 2023 og er 550 mió. kr. stórt. Umframt endurfíggingina av teimum 550 mió. kr., er neyðugt at taka upp til 350 mió. kr. afturat. Hetta fyri at taka atlit at, at minstagjaldførið í 2023 er vaksið við 350 mió. kr. Væntst kann at rentan á hesum nýggja lánið verður væl hægri, allarhelst millum 3-4%.

Hóast bruttoskuldin við hesi eyka lántøku økist, so er nettoskuld landskassans tó enn tann sama, tí gjaldføri landskassans økist samstundis. Sannlíkt er tí, at landskassin fremur lántøku á upp til 900 mió. kr. í vár.

Les ársfrásøgninga frá landsbankanum her.

Mynd 1 – Lánsbrævaskuld: Miðalrenta við ársenda

##med2##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo