Hagstovan: Í september var miðallønin per persón 34.278 krónur. Hetta er trý prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør.
Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn.
Í september fingu menn 39.800 krónur í miðal, sum er um 40 prosent hægri enn miðallønin hjá kvinnum, sum var 28.272 kr krónur.
Samanborið við sama mánað árið fyri er miðallønin hjá monnum tó ikki vaksin, meðan miðallønin hjá kvinnum er vaksin við yvir átta prosentum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo