Sjey milliónir krónur lógu eftir aftaná skatt hjá Løvubetong við heimstaði á Norðskála í fjør.
Tað skal samanberast við 5,5 mió kr árið frammanundan, men góðar 13 mió kr í 2020. Talan var sostatt um eitt miðalgott ár hjá Løvubetong.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 86 mió kr og eginognin var smáar 58 mió kr.
Regin Jóannes Johannessen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo