Í dag hevði Maria á Heygum, ella Mia sum hon verður rópt, í Vestmanna 100 ára føðingardag.
Mia býr á Heiminum á Grønanesi. Hon hevur tað mesta av sínum vaksna lívi svomið á sjónum nærum hvønn dag, og hóast árini nú eru komin, so letur hon seg enn av og á í svimjidraktina og tekur nøkur tøk saman við onkrum av starvsfólkunum á Grønanesi. Og so var eisini í góðveðrinum í dag, á 100 ára føðingardegnum.
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, var í føðingardegi, og hon segði nøkur orð.
Hon segði millum annað:
Tað er ikki alt í lívinum sum vit velja. Sumt verður okkum givið.
Í vakra filminum sum ommusonurin Heiðrikur á Heygum hevur gjørt um teg, og sum annar ommusonurin Brynjolfur á Heygum hevur lagt tónleik til, fortelur tú um kærleikan til havið.
Stutt eftir tú varð blivin mamma gjørdist tú sjúk. Onki hjálpti. Inntil tú fór at svimja á sjógvinum, og skjótt batnaði. Og áhaldin hevur tú lopið í aldurnar síðan. Tú sigur sjálv, at havið gav tær viljan aftur til lívið. At tú hevur nógv at takka havinum fyri.
Og í Vestmanna hava vit nógv at takka tær fyri.
Les alla heilsuna hjá landsstýriskvinnuni niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo