Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú týskvøldið 26. februar kl. 19.30 verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Meinhard Bjartalíð, prestur, fer at hugleiða um danska sálmaskaldið Bernhard Severin Ingemann. Henda Miðvika skuldi upprunaliga vera síðst í januar, men varð útsett orsakað av nógvum kava.

Undir framløguni hjá Meinhardi, sum hevur heitið "Ingemann og hansara sálmaperlur", fara vit at syngja nakrar av sálmunum hjá Ingemann. Hann eigur átta sálmar í føroysku sálmabókini og harafturat seks í Uppískoytinum til Sálmabókina.

Aftaná verður farið niður í kirkjukjallaran til ein drekkamunn, og tá hava fólk eisini høvi at spyrja og at viðmerkja.

Ingemann, sum livdi frá 1789 til 1862, var lektari í donskum og bókmentum við Sorø Akademi. Millum hansara verk eru "Morgensalmer til Brug for Eleverne i Sorøe Academies Skole" frá 1822 og "Morgensange for Børn" frá 1837.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo