Fyrsta Miðvikan í Hoyvíkar kirkju í heyst verður nú mikukvøldið 19. september kl. 19.30. Tá fer Laura K. Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, at greiða frá evninum at liva við sálarsjúku.
Fyrr í ár gav Laura bókina "Tá mamma var ør" út. Hon er um at vera barn hjá foreldri við sálarsjúku. Bókin lýsir hennara egnu upplivingar.
Eftir framløguna hjá Lauru verður ein drekkamunnur og fólk hava høvi at spyrja ella at viðmerkja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo