Hoyvíkar kirkja: Nú mikukvøldið 23. oktober kl. 19.30 verður Miðvika aftur í Hoyvíkar kirkju. Hesaferð er evnið gitna prestakonan Beinta, sum eisini hevur verið rópt illa Beinta.
Tað er Lydia Laksafoss í Miðvági, sum hevur framløguna. Hon hevur seinastu 20 árini meira og minni granskað í søguligum skjølum um Beintu.
-Tá eg uppdagaði hvussu nógv tilfar í veruleikanum er um Beintu, bleiv eg spent og fekk hug at halda fram. Tilfarið eg havi funnið fram sigur okkum greitt, at Beinta er skeivt lýst í sagnum og skaldskapi. Hon var í veruleikanum ein sterk og klók kvinna. Hon var bersøgin, rættvís og kravdi sín rætt, sigur Lydia Laksafoss.
Bente Christine Broberg, sum hennara kristna navn var, livdi frá umleið 1667 til 1752. Hon var úr Havn og var prestakona í Miðvági og á Viðareiði. Mikukvøldið fer Lydia Laksafoss at greiða frá, hvat í veruleikanum hendi og ikki hendi. Og eftir tí hon er komin fram til, fáa vit eina heilt aðra lýsing av Beintu enn vit vanliga hava fingið.
Miðvikan um Beintu verður sum sagt í Hoyvíkar kirkju mikukvøldið 23. oktober kl. 19.30. Aftaná verður kaffi og høvi verður at seta spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo