Próvtøkur á miðnámi eru ikki nóg eftirfarandi og álítandi, tá ið vit hugsa um, hvat prógvini skulu brúkast til.
Próvtøkur eiga ikki at bera brá av happadrátti.
Tær reint munnligu próvtøkurnar skuldu verið tiknar av, og munnligar próvtøkur kundu verið ein partur av eini størri heild, til dømis at næmingurin verjir eitt skrivligt avrik munnliga.
Tað kundi eisini minkað um snýt við próvtøkuverkætlanum, tí sum nú er, verður eitt nú breytarverkætlanin bara latin inn og dømd. Ein munnlig verja kundi avdúkað, um næmingurin sjálvur hevur skrivað uppgávuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo