Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í  sjeynda Miðnámsriti eru viðtal við formenn í trimum fakfeløgum hjá lærarum. Vit spyrja teir um útbúgvingarpolitikk, brúgvagerð ímillum útbúgvingar, samstarv og annað.

Í november í fjør skipaði Føroya Studentaskúli og HF-skeið fyri temadegi um eftirmeting. Kirsten Brix helt eitt upplegg henda dagin, og hevur hon skrivað grein um tað, ið hon nevnir Kvalitativ eftirmeting, har hon deilir vitan, royndir og praksis við aðrar lærarar.

Frá Kristin Lange hava vit fingið grein, sum eitur Meditatión á tímatalvuni. Hon greiðir frá royndum við meditatión í undirvísingini. Sambært útsagnum frá næmingum hevur meditatión góða ávirkan á læringina.

Miðnámsskúlin á Kambsdali er farin undir serbreyt. Óli Wolles hevur skrivað um breytina og spyr, um fólk við menningartarni nú eisini skulu ganga í miðnámsskúla. Hann svarar við grundgevingum, har hann millum annað vísir á ST-samtyktir um mannarættindi.

Rógvi Thomsen hevur grein, sum hann nevnir Undirvísing ella læring? Læring hjá teimum ungu í tí seinmodernaða samfelagnum. Greinin lýsir undirvísing, læring og menning av identiteti hjá teimum ungu á føroyskum á miðnámi, serliga tí gymnasiala.

At enda hevur Olav grein í røðini um búskaparliga hugsan, hesaferð um Hermann Gossen, ið var ein av minni kendu undangongumonnunum innan marginalismuna í 19. øld. Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson.

Sí Miðnámsrit her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo