Bert fáar tímar eftir, at Diego Maradona hevði longt sáttmálan við meksikanska fótbóltsfelagið Dorados de Sinaloa, var hann innlagdur.
Tað skriva fleiri suðuramerikanskir miðlar millum annað 'Olé'. Eisini spanski miðilin Marca hevur søguna.
Sambært upplýsingum í miðlunum var Maradona til kikarakanning sum vísti, at hann bløddi innvortis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo