Í fleiri vikur hevur Miðlahúsið ligið inni við tilfari av bæði einum og øðrum slagi um Bjarna Hammer, løgtingsmann hjá Javnaðarflokkinum, uttan at grett eitt orð, men nú VP hevur roykt Miðlahúsið út, er nokk av tilfari í blaðnum.
Miðlahúsið kallar søgurnar á VP fyri slatursøgur, men sigur seg sjálvt lýsa somu søgu.
Tað er tíðindaleiðarin Barbara Holm sum skrivar, sama kvinna sum byrjaði sína jorunalistisku karrieru á Portal.fo, har hennara høvuðsstarv og uppgáva var at kopiera greinar av VP.
Les eisini:
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo