Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nýggja norska ferjan MF Hydra frá fyritøkuni Norled, ið er sett í sigling millum Hjelmeland, Skipavik og Nesvik, hevur ikki dieselolju í tanganum, men flótandi vetni. Ferjan tekur 80 bilar og er góðkend av DNV – Det Norske Veritas. Hetta er fyrsta ferjan sum hevur vetni sum flótandi brennievni, meðan aðrar ferjur m.a. í San Franciso brúka trýstfløskur.

Stjórin fyri Norled, CEO, Heidi Wolden boðar m.a. frá, at tað er av alstórum tídningi at verða í fremstu røð tá umræður nýggja tøkniliga menning. Her snýr tað seg um at taka sociala ábyrgd, gera íløgur í innovativar loysnir, virka fyri burðardygd og skipa samstarv til nýggjar framtíðar loysnir innan orkunýtslu.

Gongdin á burðardygga leið innan orkusektorin her heima verður at leggja skip, bátar og flutning á landi um til vetni sum orkubera. Hetta kemur at krevja ovurstórar íløgur til bæði varandi ravmagnsframleiðslu frá m.a. vindmyllum og ikki minni elektrolysueindir og goymslu- og bunkringstangar. Skal nøkur framtíð spyrjast burturur hjá eini fiskivinnutjóð, er einki at ivast í, at tað er nú lunnar skulu leggjast til orkuveiting og nýggja tøkni til fiski- og flutningsskipini.

Áhugabólkurin Livilig kor á Tvøroyri hevur longu sett út í kortið, at stóra ídnaðarøkið millum Krambatanga og Drelnes verður at fáaa sett upp eina elektrolysuframleiðslu og goymslutangar ætlað nýggja Smyril og ikki minni flotanum hjá Varðanum Pelagic og flutningsskipum og bátum, ið sum frá líður verða at leggja um til vetni.

Milliardir verða at spara i innfluttari olju, men tørvur verður á fleiri milliardum afturat til umlegging til hesa nýggju tøkni og orkuveiting. Ein tunnil til og frá Suðuroy loysir onga framtíðar avbjóðing, tvørturímóti verður ovurstóra íløgan at forða fyri at fígging verður at finna til avgjørt neyðugu orkuumlegging frá oljuni. Tey 17 ST-Heimsmálini boða frá, sum landsstýrið hevur tikið undir við, at veðurlagsbroytingar skulu basast og tað m.a. við at koma burtur úr oljunýtsluni og at leggja um til varandi og burðardyggar loysnir til m.a. skipaflotan og ferðslu á landi.

Ein nýggjur Smyril við hátøkniligum útbúnaði og eginframleiddari orku / brennievni, er m.a. tað sum eigur at arbeiðast fram ímóti, og samstundis at minka stórt um útlátið av veðurlagsgassum.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo