Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur sent starvsbrøðrunum í Svøríki, Noregi, Íslandi og Finnlandi bræv, har hon ger greitt, at hon fegin vil hava Helsingforsavtaluna broytta, so Føroyar og Grønland verða sjálvstøðugir limir.

Tað sigur hon við Altinget.

Norðurlandaráðið er saman í Íslandi í hesum døgum. Men tá ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjaði, vóru Føroyar og Grønlandi ikki boðin við. 

Grønland gjørdi fyrr í ár bart og segði, at Grønland ikki luttekur, so leingi sum Grønland ikki er fullgildur limur.

Norðurlandaráðið varð stovnað í 1952 og er saman tvær ferðir árliga har ymisk felags áhugamál verða umrødd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo