Skúlablaðið: Betur fyrireikaðir næmingarnir eru, meiri áhugaðir eru teir, sigur Rannvá Káradóttir.
- Vanliga eru næmingarnir ógvuliga áhugaðir, tá ið vit eru á vitjan. Tað er sjón fyri søgn, at er lærarin eldhugaður, eru næmingarnir tað eisini; tú sært alt fyri eitt á næmingunum, hvussu spentir teir eru. Sjálvsagt er hugaligari og stuttligari at vitja ein skúla, har tey hava fyrireikað seg væl, tí tá taka bæði næmingar og lærari betur ímóti teirri listaligu upplivingini, sum vit koma við. Betur tey eru fyrireikað, betur kunnu tey brúka upplivingina í undirvísingini, og meiri fáa tey burturúr. Tað vil so vera, at ikki allir lærarar kenna til listina, vit koma við, og tí kann tað vera ein avbjóðing at fyrireika seg; men tey flestu listafólkini hava tilfar, soleiðis at lærararnir kunnu fyrireika seg og næmingar sínar. At vera fyrireikað at fáa vitjan skal ikki undirmetast; tað krevur, at lærarin hevur sett seg inn í, hvat verkætlanin snýr seg um, og at hann er til staðar, meðan vitjanin fer fram.
Hetta skúlaárið eru verkætlanirnar í Listaleypinum 14 í tali; nakrar teirra eru føroyskar. Ein úrvalsnevnd mannað við 5 fólkum velur millum verkætlanir, ið bjóða seg fram; úrvalsnevndin situr í 3 ár, og tað eru altíð tveir lærarar í nevndini. Í ár vóru ikki færri enn 100 verkætlanir at velja ímillum. Úrvalsnevndin miðjar ímóti at fáa eitt breitt úrval av listagreinum, og at umboða alla list, bara dygdin á listini er góð.
- Føroysku listafólkini standa ikki aftan fyri tey útlendsku; kanska hava tey ikki líka nógvar royndir at vitja skúlar, sum tey útlendsku hava. Tey flestu, sum bjóða seg fram, eru von at fara á skúlavitjan; summar listagreinir eru kanska meiri upplagdar enn aðrar, tí tær natúrliga hava eitt undirhaldsvirði. Tá er tað skjótt, at onkur listagrein dettur niðurfyri.
Skúlar høvdu freist til hálvan september at søkja um at fáa vitjan, og áhugin er ógvuliga stórur úr øllum landinum.
- Listaleypurin hevur fingið yvir 300 tekningarskjøl frá 32 skúlum til hetta skúlaárið. Tað er methøgt tal; vit fegnast um stóra áhugan hjá skúlum, lærarum og skúlabørnum at fáa list inn um skúlagátt. Listaleypurin hevur í ár 75 listaleypavitjanir at býta út, og tað merkir, at vit megna at nøkta ein fjórðing av tilmeldingunum.
Les samrøðu við Rannvá Káradóttur í Skúlablaðnum, sum kemur í desember.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo