Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ovastevnan: Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygarmorgunin kl 8. Eftir ferðaætlanini skuldi hon seinasta túrin úr Nólsoy sunnumorgun kl 5:30, men tá var bygdin framvegis full av fólki, so Ternan sigldi eykatúrar, til allir stevnugestirnir vóru fluttir trygt um fjørðin. Eisini vóru met nógvir bátar við bryggju í Nólsoy leygardagin, so fyriskipararnir vænta at met nógv fólk hava verið á stevnu í ár.

Hóast talan eru eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, hevur alt gingið uppá stás. Hetta er helst tí, at bygdafólkið hevur lagt nógv fyri, at taka ímóti stevnugestum. Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent.

Hýrurin var góður í Nólsoy, veðrið var einastandandi gott allan dagin og náttina við. Fólk funnu saman á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju. Fyriskipararnir vilja takka øllum, ið vóru við at seta góðan dám á stevnuna og gleða seg at bjóða aftur á ovastevnu í Nólsoy 11.-13. august í 2023.

Myndirnar hevur Evy Toftagaard Nielsen tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo