Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2023 var 353 milliónir krónur, í mun til 587 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt var eitt hall á 123 milliónir krónur, í mun til eitt  avlop á 845 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 216 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 71 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 26 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 128 milliónir krónur.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

“Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Virksemið á Havsbrún hevur verið methøgt og framleiðslan av fiskamjøli og -lýsi hevur ongantíð verið so stór sum fyrra hálvár í ár. Prísirnir á fiskamjøli og -lýsi hava eisini verið methøgir.

Í ár verður tøkan hjá okkum serliga stór í seinnu helvt av árinum. Hetta sæst aftur í tøkuni í Føroyum í hesum ársfjórðinginum, sum var lág, eins og miðalvektin á tikna fiskinum var lægri enn vanligt.

Fyri fyrstu ferð í 12 ár er samlaði biomassin í sjónum í Føroyum vaksin í fyrra hálvári, tá ið sjógvurin er kaldari. Fiskurin í sjónum er væl fyri og vit vænta tískil ikki bert hægri tøkunøgd í seinna hálvári, men eisini hægri miðalvekt á tikna fiskinum.

Alingin í Skotlandi gekk væl teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár, men mótvegis endanum av øðrum ársfjórðingi  øktist fellið, orsakað av umhvørvisligum avbjóðingum. Neiliga gongdin helt fram í triðja ársfjórðingi og kann føra við sær  hægri kostnað og lægri tøkunøgd í Skotlandi í 2023. Vit fylgja gongdini neyvt og meta um møgulig váðaminkandi tiltøk.

Sonevnda AP4-útbyggingin av Applecross smoltstøðini í Skotlandi er tikin í nýtslu og hevur sostatt økt  smoltframleiðsluorkuna. Í øðrum ársfjórðingi 2023 settu vit fyrstu smoltini á sjógv haðani. Smoltini vigaðu millum 200-300g og enn ein stór útseting av 200-300g smoltum haðani er ætlað seinni í ár. Hervið er yvirgongdin til stór-smolt í Skotlandi byrjað, ið er ein tann mest týðandi luturin í umskapanini av alingini í Skotlandi eftir føroyskum myndli.

Á íleggjaradegnum 6. juni 2023 í Skotlandi løgdu vit framm nýggju íløguætlanina fyri 2024-2028. Íløgur á íalt 6,3 milliardir krónur eru ætlaðar í Føroyum og Skotlandi, fyri at vaksa framleiðsluna til 165.000 tons í kruvdari vekt, meðan virðisketan verður útbygd til eina framleiðsluorku á 200.000 tons.

Marknaðurin hevur verið góður í øðrum ársfjórðingi við høgum laksaprísum, tó við stórum prísmuni á smáum og stórum fiski uppundir endan av ársfjórðinginum. Útlit eru til lítlan vøkstur í útboðnum av laksi seinna hálvár í ár.”

Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 16.001 tons í kruvdari vekt, í mun til 19.747 tons sama ársfjórðing í fjør. Harav vórðu 8.658 tons tikin í Føroyum, í mun til 13.101 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 7.343 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 6.646 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans vórðu 6,7 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi, í mun til 6,2 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 3,6 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 3,1 milliónir smolt í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 216 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, í mun til 509 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 242 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, samanborið við 617 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Føroyski aligeirin fekk lægri prís í øðrum ársfjórðingi, samanborið við annan ársfjórðing í fjør, og tøkunøgdin var minni.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 71 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, samanborið við 41 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 26 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, í mun til eitt rakstrarhall á 108 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2023 var 128 milliónir krónur, samanborið við 119 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.911 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi 2023, í mun til 2.664 milliónir krónur við ársenda 2022. Bakkafrost hevði 2.304 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av øðrum ársfjórðingi 2023.

Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 28. apríl 2023, varð samtykt, at 10,00 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gav eitt samlað vinningsbýti á 591 milliónir krónur, ið varð goldið partaeigarunum 22. mai 2023.

ÚTLIT

Marknaður

Útboðið av laksi nærum óbroytt
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi vaks umleið 0,3% í øðrum ársfjórðingi 2023, í mun til sama ársfjórðing árið fyri. Samanlagt við goymslubroytingum, vaks samlaða útboðið av laksi við umleið 0,9% í ársfjórðinginum, samanborið við sama ársfjórðing 2022.

Laksaprísurin hækkaði 1% í NOK – lækkaði 15% í EUR
Laksaprísurin (í NOK) í øðrum ársfjórðingi var 1% hægri í øðrum ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Orsakað av  veiku norsku krónuni var laksaprísurin 15% lægri í EUR, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Lítil vøkstur í útboði av laksi, og stórir eftirspurningur ávirkaðu prísin. Síðst í ársfjórðinginum vaks útboðið av laksi og førdi til størri prísmun millum minni og størri laks.

Lítil vøkstur í útboðnum í 2023
Í seinnu helvt av 2023 verður altjóðað útboðið væntandi 2-3% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Fyri alt 2023 veksur útboðið av laksi væntandi 2% í mun til árið fyri, uttan mun til goymslubroytingar. Fyrsta hálvár 2024 veksur útboðið væntandi 3% í mun til árið fyri.

Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA og Fjareystri. Hetta er við til at minka um marknaðarváðan. Síðani russisku innrásina í Ukraina hevur Bakkafrost steðgað øllum handli við Russland.

Aling
Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið góð og vøksturin góður í fyrra hálvári. Fyri fyrstu ferð er biomassin í sjónum øktur, heldur enn at minka, sum er vanliga gongdin fyrra hálvár. Betri vøkstur og minni tøka førdu til, at samlaði biomassin í sjónum vaks 20% fyrra hálvár,  úr 30 túsund tonsum til 36 túsund tons. Hendan gongdin fer væntandi at halda á í triðja ársfjórðingi, ið er tann tíðin á árinum, har vøksturin og útfóðringin eru hægst. Heilsustøðan hjá fiskinum í sjónum er góð og tøkan verður væntandi størri í seinnu helvt av árinum, harav umleið 17.000-18.000 tons væntandi í triðja ársfjórðingi. Orsakað av góðu gongdini í alingini og góðari smoltgóðsku, væntar Bakkafrost at miðalvektin á tikna fiskinum í seinna hálvári  verður hægri.

Útbygdu smoltstøðirnar á Norðtoftum og á Glyvradali eru nú tiknar í nýtslu og fer framleiðslan haðani at vaksa komandi árið. Samanlagt gera útbyggingarnar tað møguligt at framleiða 6,5 milliónir smolt á 500g aftrat árliga. Hetta er ein týðandi liður í at røkka málinum, um at framleiða meira enn 24 milliónir smolt í Føroyum, við eini miðalvekt á 500g, sum ætlanin er sambært íløguætlanini fyri 2024-2028.

Alingin í Skotlandi hevur gingið betur fyrstu fimm mánaðirnar í 2023. Miðalvektin á tikna fiskinum var hægri enn vanligt og fellið lægri. Seint í øðrum ársfjórðingi og áhaldandi inn í triða ársfjórðing gjørdist fellið størri, orsakað av umhvørvisligum avbjóðingum, ið serliga rakti fisk sum hevði verið í sjónum tvey summar. Hetta fer at hava neiliga ávirkan á kostnaðin og fellistølini fyri seinna hálvár 2023. Eisini er vandi fyri at ætlaða tøkan í Skotlandi í 2023 kan minka við 5.000-6.000 tonsum, alt eftir hvussu lívfrøðiliga gongdin verður.

Bakkafrost hevur góðar royndir við at viðgera fiskin við feskvatni. Umhvørvisligu avbjóðingarnar vísa tó, hvussu týdningarmikið tað er at hava stór hágóðskusmolt, ið vaksa trygt og skjótt og tískil eru styttri útsett fyri umhvørvisligum vandum í sjónum. So hvørt sum útbyggingarnar av smoltstøðum í Skotlandi verða lidnar og Bakkafrost kann framleiða stór hágóðskusmolt í Skotlandi eisini, fer lívfrøðiliga váðamyndin at betrast. Afturat hesum ger Bakkafrost royndir við aðrari útgerð og tillagingum í alingini, ið kunna minka um lívfrøðiliga váðan.

Útbyggingin av Applecross smoltstøðini í Skotlandi gongur væl og AP4-parturin  er tikin í nýtslu. Í øðrum ársfjórðingi 2023 vórðu fyrstu smoltini sett út haðani og vigaðu tey millum 200-300g. Í fjórða ársfjórðingi í ár er ætlanin at gera enn eina stóra útsetan av smoltum haðani við eini miðalvekt um 200-300g. Smolti ið verður sett út í ár frá AP4, er fyrsti fiskurin hjá Bakkafrost í Skotlandi, ið bert verður í sjónum í eitt summar. Smoltframleiðslan frá Applecross veksur so líðandi og røkkur væntandi á mál í 2024, tá ið Applecross eftir ætlan skal kunna framleiða 7 milliónir hágóðskusmolt á 500g.

Í øðrum ársfjórðingi 2023 var miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 125g, ið er 24% hægri enn sama ársfjórðing í fjør.

Afturat Applecross smoltstøðini ætlar Bakkafrost at byggja eina aðra stóra smoltstøð í Fairlie í Skotlandi. Hetta er partur av íløguætlanini fyri 2024-2028, sum millum annað miðar eftir at kunna framleiða 15 milliónir smolt árliga á 500g í Skotlandi.

Smolt útseting
Í 2023 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 16 milliónir stórsmolt í Føroyum og 9,6 milliónir smolt í Skotlandi.

Milliónir smolt

2023

2022

2021

2020

2019

2018

Føroyar

16,0

14,5

14,4

14,3

12,7

12,6

Skotland

9,6

10,8

11,1

10,4

12,4

8,6

             

Í 2023 verður miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 140g. Bakkafrost ætlar at seta færri smolt út í Skotlandi, til rættlag fæst á raksturin og alingina. 

Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan fyri 2023 verður 63.000* tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 30.000* tons í Skotlandi.

* Vandi fyri at verða lækkað við 5.000-6.000 tonsum

Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Nýggja tøkugjaldið ger møguleikarnar fyri framleiðslu av sáttmálabundnum liðugvørum verri. Landstýrið hevur givið tekin um, at tað møguliga koma tillagingar av tøkugjaldinum, ið kunnu minka um óhepnu avleiðingarnar fyri sáttmálabundna liðugvøruframleiðslu. Bakkafrost fer at tillaga virksemið fyri liðugvøruframleiðslu, alt eftir hvussu tøkugjaldið verður. 

Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 26% av væntaðu samlaðu tøkuni, ið er eftir at taka í Føroyum og Skotlandi í 2023. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2023 er 1.360 túsund tons, sum er ein hækking á 81% samanborið við 2022.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2023 verður væntandi methøg. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2023 verður mett til 130.000 tons.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

Íløgur
Á íleggjaradegnum, ið varð hildin 6. juni 2023 í Skotlandi, kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2024-2028 áljóðandi 6,3 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.

Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er at avrita háttin, Bakkafrost virkar  í Føroyum, til Skotlands. Bakkafrost ætlar millum annað at byggja tvær stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Harvið fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 15 milliónir smolt á 500g í Skotlandi. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.

Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra, at árliga framleiðslan av smolti verður omanfyri 24 milliónir smolt á 500g. Eisini er ætlanin  at umbyggja nakrar smærri verandi smoltstøðir til lívfiskastøðir, og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður útbygd. Í íløguætlanini er eisini sett av til átøk, sum hækka gagnnýtsluna av verandi aliøkjum, eins og til nýggja alitøkni á sjónum. Við hesum gerst møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 110.000 tons í kruvdari vekt, sum er ætlanin at røkka í 2028.

Við íløguætlanini 2024-2028 væntar Bakkafrost at røkka einari samlaðari tøku á 165.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2028. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at uppbyggja eina samlaða framleiðsluorku á 200.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti við kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Afturat hesum endurfíggjaði Bakkafrost í mars 2022 samtakið við 700 milliónum EUR, umframt møguleika fyri 150 milliónum EUR í eykafígging um neyðugt. Talan er um eina 5 ára fígging, ið kann leingjast tvær ferðir á eitt ár. Fíggingin er grøn fígging, har rentukostnaðurin er knýttur at, um ávís burðardygdsmál verða rokkin.

Um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum og í New Jersey, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting eru eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo