Fyritøkan Solar Føroyar við heimstaði í Hoyvík hevði eitt metgott ár í fjør. Á botnlinjuni lógu eftir skatt beint undir 5,3 mió kr eftir til eigararnar. Tað er áleið triðingurin meira enn árið fyri, tá yvirskotið eftir skatt var 3,9 mió kr.
Solar Føroyar er væl fyri við ongari rentuberandi skuld, eini fíggjarstøðu sum javnvigar við 26,8 milliónum krónum og góðum 10 mió kr í tøkum peniningi. Eginognin við ársbyrjan var um 12 mió kr.
Carsten L. Antonisen er stjóri.
Solar Føroyar er dóttirfyritøka hjá donsku fyritøkuni Solar við heimstaði í Vejen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo