Veðrið í morgin verður líkt veðrinum í dag. Eitt gul norðaneftir, sólglottar og turt og hitin upp í eini 15 stig alla vikuna, har væl vil til.
Týsdagin kann onkur regndropi kennast, annars sama veður sum dagin áðrenn.
Mikudagin kemur hann lágt, men framvegis bert eitt lítið gul, kanska kennist úr honum fyrrapartin men seinnapartin sól nógvastaðni.
Hósdagin kemur ondin eystaneftir, kanska okkurt æli ímóti kvøldi.
Fríggjadagin er hann aftur farin upp í norðan, skýggjað men turt og hitin ímillum 10 og 15 stig, sum er galdandi fyri alla vikuna.
Góða veðrið heldur fram næsta vikuskifti eisini, men helst fer at regna næsta sunnudag, sigur forsøgnin, sum er tikin av windfinder.com og tekur støði í flogvøllinum í Vágum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo