Nú er partur av útgerðini til teir lokaðu aliringarnar hjá Hiddenfjord komin á bryggjuna á Skála. Sum tað sæst á myndunum er talan um sera stórar stálkonstruksjónir, sum MEST fer at seta saman á bryggjuni á Skála komandi vikurnar.
Talan er um tríggjar lokaðar ringar uppá 15.000 rúmmetrar, sum verða uppbygdir við eini rundari stálkonstruksjón og eini sterkari presending. Innilokaðu ringarnir verða settir út í Sørvágsfirði og skulu ætlandi verða til við til at minka um vandan fyri laksalús.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo