MEST: Leiðararnir á MEST eru í eini leiðsluútbúgvingar tilgongd. Seinasta hálvárið hava 29 leiðarar luttikið á Akademifakinum “Leiðsla í verki” har Jákup Bech Jensen hevur verið undirvísari. Øll stóðu próvtøkuna við donskum próvdómara frá Akademiútbúgvingini, væl og virðiliga.
MEST hevur sett sjóneykuna á hetta at leiða og at samstarva sum vælvirkandi leiðarahópur. Endamálið er í síðsta enda, at MEST kann gerast ein uppaftur meiri vælvirkandi og kappingarførur veitari.
Her er mynd frá hátíðarhaldi á Hafnia 15. desembur 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo