Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST: Sáttmáli er undirskrivaður millum Varðan og skipasmiðjuna MEST um at byggja nýggjan frystitrolara. Skipið skal latast reiðarínum á sumri í 2026.

Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið skal vera 44,15 metrar langt og 11,60 metrar breitt. Frystitrolarin skal hava ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.

Sniðið á skipinum er gjørt í samstarvi millum Varðan og MEST, og málið hevur verið at tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð, sum møguligt.  Skipið skal hava eina verkasmiðjusloysn við frystiorku á 40 tons um dagin.

- Vit á Varðanum gleðast um, at nýggi frystitrolarin verður bygdur í Føroyum. MEST hevur áður bygt frystitrolarar og hava fyri stuttum bygt nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra - so vit valdu MEST at standa fyri byggingini av okkara nýggja frystitrolara, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum.

Tað var ein ovurfegin Mouritz Mohr, sum í dag undirskrivaði sáttmálan við Varðan.

- Hettar er ein stórur dagur fyri okkum á MEST. At vit í Føroyum fáa møguleikan at varðveita skipasmíð sum handverk er umráðandi fyri okkum sum tjóð. Og serliga gleðiligt er tað, at vit eru kappingarfør við okkara grannatjóðir, sigur Mouritz Mohr stjóri í MEST.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo