Lionel Messi brúkti minni enn tríggjar minuttir at senda sítt kæra Barcelona í leiðsluna móti Chelsea, og skoraði sostatt sítt skjótasta mál fyri Barcelona.
Í dystinum móti Chelsea skoraði Messi sítt mál nummar 100 í Champions League og er tann einasti umframt Cristiano Ronaldo (117 mál) sum hevur skorað mál við trimum tølum í heimsinsfínastu kapping.
Dysturin móti Chelsea endaði 3-0 til Barcelona.
Sostatt er er Barcelona klárt til kvartfinaluna í Champions League.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo