Tað verður ein sannur stórdystur í 3. umfari í ársins útgávu av ensku FA Cup.
Hetta er greitt eftir lutakastið til 3. umfar, sum var á skránni í dag.
Lutakastið hevði við sær, at eingin annar enn Liverpool og Everton skulu hittast á Anfield.
Aðrastaðni í Onglandi verður ein onnur grannauppgerð á skránni í 3. umfari, tá Middlesbrough tekur ímóti Sunderland. Bæði liðini liggja í The Championship í ár, eftir at tey í fjør fluttu niður úr Premier League.
3. umfar verður leikt fyrsta vikuskiftið í januar.
Dystirnir í 3. umfari eru hesir:
Ipswich Town-Sheffield United
Watford-Bristol City
Birmingham City-Burton Albion
Liverpool-Everton
Brighton & Hove Albion-Crystal Palace
Aston Villa-Woking ella Peterborough United
Bournemouth-AFC Fylde ella Wigan
Coventry City-Stoke City
Newport County-Leeds United
Bolton Wanderers-Huddersfield Town
Port Vale-Bradford City
Nottingham Forest-Arsenal
Brentford-Notts County
Queens Park Rangers-MK Dons
Forest Green Rovers eller Exeter City-West Bromwich Albion
Doncaster Rovers-Slough Town ella Rochdale
Tottenham Hotspur-AFC Wimbledon
Middlesbrough-Sunderland
Fleetwood eller Hereford-Leicester City
Blackburn Rovers eller Crewe Alexandra-Hull City
Cardiff City-Mansfield Town
Manchester City-Burnley
Shrewsbury Town-West Ham United
Wolverhampton Wanderers-Swansea City
Stevenage-Reading
Newcastle United-Luton Town
Millwall-Barnsley
Fulham-Southampton
Wycombe Wanderers-Preston North End
Norwich City-Chelsea
Gillingham ella Carlisle United-Sheffield Wednesday
Síðsti dysturin hetta umfarið er tann á Old Trafford ímillum Manchester United og Derby County, sum í løtuni liggur á einum 9. plássi í The Championship.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo