Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(mynd: Havstovan)

(mynd: Havstovan)

(mynd: Havstovan)

Havstovan: Enn riggar ein sendari á hvørjum av grindunum, sum vórðu merktar á Fuglafirði 3. september og á Klaksvík 16. september.

Hvørgin av merktu grindunum hava seinastu vikurnar ferðast serliga víða.

Fuglafjarðagrindin (blá strika) hevur hildið seg norðarlaga í Hatton-Rockall lægdini, millum Georg Bligh og Hatton bankarnar, á 59 breiddarstigum.

Klaksvíksgrindin (reyð strika) er í løtuni 550 fjórðingar longur suðuri, sunnan fyri eystur-Thulean brattan, ið er á umleið 50 breiddarstigum.

Sendarin á hvalinum úr Fuglafirði mátar dýpi. Hesin hvalurin kavar regluliga niður á 500-800 metrar, og málda kavtíðin er javnan millum 10 og 15 minuttir. Ferðin, hvalurin kavar við, er sostatt um 2 m/s.

Meira á síðuni hjá Havstovuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo