Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagrunnin.

Hvalirnir eru nú komnir suður um Bankarennuna, í eitt øki eystur av Bankarygginum, eisini nevnt Wyville-Thomsons ryggurin. Teinurin er 150 fjórðingar.

Við góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var merkta grindin, ið taldi um 50 hval, rikin úr Kallsoyarfirði og inn á sandin í Fuglafirði, har tríggir hvalir vórðu merktir.

Umframt ein sendara, ið bert vísir knattstøður, var ein sendari festur á, ið upplýsir um atburðin, tá hvalurin kavar.

Triðji sendarin varð festur á bakið á hvalinum, aftanvert hornið. Hesin sendarin hevur samband við ein hitamátara, ið varð førdur niður í kíkin.

Tíðarmátingar av hitanum í kíkinum siga nakað um, nær hvalurin fær sær føði.

Sendararnir viga millum 60 og 300 gramm. Havstovan takkar øllum, sum á ein og annan hátt hjálptu til við merkingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo