Merkið
fyri Kongsríkið
kann vera herkið
tjóðarinnar raison d´être
Merkið ger ikki fortreð
men stuðlar teg og meg
er størri enn vit
ei skriva í grundlógarrit
tað skiftir ikki lit
tá tað í húnarhátt
veittrar hvítt, reytt og blátt
er tað ikki smátt
og hevur serligan mátt
ið forfedrar hava sátt
til nútíðarfólk
at geva gætur
tí at
Staturin ongantíð grætur
og á Merkinum
vil hava fatur
25. apríl 2024
hwj
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo