Havstovan: Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.
Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er vinnuligur fiskiskapur á Føroyabanka, sum er ein fortreyt fyri, at merktir fiskar verða fingnir aftur.
Merkingarroyndir geva upplýsingar um ferðing og vøkstur hjá fiskinum.
Tilsamans 913 toskar vóru merktir og 274 hýsur. Hetta er fyrstu ferð, at Havstovan merkir hýsu á Føroyabanka.
Toskur er ikki merktur á Føroyabanka síðan 1999.
Túrfrágreiðing sæst her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo