Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Góðu áhoyrarar

Her er hátíðardámur. Fløggini veitra og sólin hitar várið.

Tað er ein stórur heiður fyri meg at halda flaggrøðu her í dag.

Satt at siga gjørdist eg bæði ovfarin og errin, tá Tórbjørn Jacobsen ringdi og spurdi, um eg kundi halda flaggrøðu her. Eg fór beinanvegin at hugsa um mína stóru familju her í Eysturoynni.

Mamma er fødd á Glyvrum, og har vóru hennara fyrstu barnaár. Bæði frá ommu og abba er familja her á leiðini. Størst er familjan hjá ommu – tað er sonevnda Jobbaslagið. Í tí ættini eru vit tiltikin ótolin og skundislig og hava so avgjørt ikki Jobs tol. Ja, vit virka altíð, sum tað er eldur í.

Eg má viðganga, at tíverri kenni eg ikki alla mína familju her í Eysturoynni, men tað er altíð sera hugaligt, tá fólk koma til mín og siga, at vit eru í familju. Havi havt nógvar hugnaligar løtur, tá eg eri komin í prát við skyldfólk her á leiðini.

Tobbi hevur gjørt eitt ávíst research av familjuni. Til eina jarðarferð komu eg og mamma í prát við Tobba um familju. Hann lovaði at kanna skyldskapin nærri. Nakað seinni ringdi hann algoystur. Tá hevði hann funnið útav, at her vóru trý kend fólk, sum vóru nær slektað: Tað vóru eg, Tobbi sjálvur og Sonja Jógvansdóttir!

Og soleiðis er tað í Føroyum. Tú skalt ofta tosa bara eina lítla løtu við fólk, og áðrenn tú veitst av, eru tit nærmasta familja. Vit eru eitt lítið land, og haraftrat rokna vit okkara familju væl longur út enn bara systkinabørn og trýmenningar.

Men hví eg? Kanska fyri mín leiklut í Eysturoyartunnlinum, sum í dag er upplýstur við einum ljóshavi við litunum í flagginum. Ella man tað verða avtalan, vit báðir, Tobbi, gjørdu um nýggja vegin í fjøruni. Var spentur at lesa tíðindaskriv frá kommuni, sum boðaði frá, at vegurin hevði fingið navn. Nú vóru kanska Tobbi og eg uppkallaðir. Men hesin annars so hugflogsmikli borgarstjórin boðaði frá, at vegurin skal eita Fjøruvegurin.

----

Dagurin í dag – 25. apríl – er dagurin, har vit hátíðarhalda, at Merkið formliga bleiv góðkent sum tað flaggið, ið skuldi veittra á føroyskum skipum.

Hetta var í 1940, tá bretskar herdeildir høvdu hersett Føroyar, meðan Danmark var hersett av týskarum. Bretar vildu hava føroysk skip at brúka annað flagg enn danska Dannebrog, og hetta var beinleiðis orsøkin til, at Merkið varð viðurkent sum føroyskt flagg.

Tað var tó ikki uttan strev, at føroyingar loksins fingu flaggið viðurkent hendan dagin í apríl. Frambrot sum hetta koma sjáldan uttan togan og kjak.

Ikki øll dugdu at síggja, at føroyingar høvdu brúk fyri sínum egna flaggi, tí tey mettu reyða og hvíta danska flaggið vera ríkiliga gott.

Men føroyingar høvdu brúk fyri sínum egna merki at savnast undir. Einum merki, sum umboðaði okkum og okkara land. Sum umboðaði okkara hjartablóð, hvítu fossarnar og bláa endaleysa havið.

Tað vistu ungu, føroysku studentarnir í Keypmannahavn, sum teknaðu flaggið í 1919. Og tað vistu tey, sum øll árini fram til seinna heimsbardaga stríddust fyri at vinna hesum nýggja flagginum viðurkenning.

Til dømis vóru fleiri skiparar, sum sigldu við føroyskum flaggi í 20´unum og 30´unum. Amtmaðurin hótti við báli og brandi, fleiri blivu meldaðir, og summir fingu boð um, at teir onki lán fingu, um teir brúktu hetta ólógliga flaggið – ja hetta ljóta flaggið, sum onkur sýslumaður lýsti føroyska flaggið.

Fyrsta skipið, sum eftir hersetingina fekk boð um at flagga við Merkinum, var ein slupp, sum okkara familjufyritøka í Sørvági átti. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so bar sluppin navnið ”Eysturoyggin”.

----

Í dag er tað neyvan nakar, sum kann ímynda sær eina Grækarismessu, Eystanstevnu ella Ólavsøku uttan okkara vakra hvíta og bláa Merki við reyða krossinum veittrandi í vindinum.

Tað er tí, at Merkið er eitt heim hjá okkum føroyingum. Eitt heim hjá okkara samleika. Hjá okkara mentan og trúgv. Og hjá okkara kenslum.

Merkið savnar okkum. Vit kunnu vera ósamd um, hvussu landið skal stýrast - um tunlar, fiskivinnu og skattaskipanir. Men undir Merkinum eru vit eitt fólk. Vit eru føroyingar, og vit standa saman um at verja okkara land.

Litirnir - blátt, reytt og hvítt – endurspegla okkara søgu í gamla norrøna felagsskapinum við Norra og Ísland.

Og krossmerkið hava vit í felag við flestu av norðurlondunum. Vit flagga í Føroyum, tá okkara brøðratjóðir í Norðurlondum hava tjóðar- og flaggdagar. Vit hava eina søgu saman og eitt vinarlag, sum vit meta høgt.

---

Krossurin í Merkinum hevur heilt serligan týdning fyri okkum sum kristin tjóð. Føroyingar eru uppaldir í kristnu trúnni, har álitið á Gud er ein heilt natúrligur partur av gerandisdegnum. Ein trúgv, sum hevur verið við til at mynda okkara mentan og atferð. Krossurin í Merkinum minnir okkum á kærleika, takksemi og hjálpsemi móti okkara næsta.

Merkið sigur ofta tað, sum sigast skal – bæði í gleði, og tá sorgin rakar. Merkið talar, tá orð ikki røkka. Ja, Merkið er onkusvegna ein longdur armur av okkara kenslum.

Merkið veittrar og vísir gleðina, tá merkisdagar eru hjá okkara nærmastu. Til dømis tá børnini verða fermd, tá omman fyllir 80, ella tá okkara besti vinur verður giftur - serliga um hann hevur verið gamal drongur leingi...

Vit vinda merkið í húnar hátt fyri at sýna gleðina, kærleikan og virðingina fyri teimum.

Á sama hátt sum við gleðiligu hendingunum ber Merkið eisini boð um sorgina, tá onkur av okkara kæru fer foldum frá. Merkið í hálvari stong er okkara harmaljóð og vísir samstundis virðingina fyri tí, sum farin er.

Tá vit síggja Merkið veittra í hálvari stong, vekir hetta okkara samkenslu og fær okkum altíð at steðga á eina løtu.

----

Á ferðum úti í heimi hitar tað altíð hjartað at síggja Merkið blaktra. Tað kann vera til ítróttarkappingar, á fleirtjóða fundum ella merkisdagar hjá føroyingum uttanlands.

At koma á norðurlandaráðsfund, har okkara Merki veittrar millum hini norðurlendsku fløggini, er upplyftandi. Ryggurin rættast, og fetini gerast løtt.

Men eins stórt tað er at síggja Merkið millum hini fløggini á norðurlandaráðsfundi, eins tómt er tað at koma á høvuðsborgina hjá ST í New York.

Á veg til aðalfund hjá ST í 2006 kom eg móti høvuðsborgini, og har veittraðu alskyns fløgg í lotinum – ja, næstan 200 fløgg. Eg skimist gjøgnum alla hesa longu rekkjuna av fløggum, men eg finni ikki okkara Merki.

Tað kendist satt at siga køvandi, og eg gekk hugtungur framvið. Við inngongdina legði eg passið á borðið. Á passinum stóð Danmark! Men so frægt var tað, at har stóð eisini Føroyar. Eg minnist, at eg beit tenninar saman og hugsaði, at mítt grøna pass skal so ongantíð blíva reytt.

Mín dreymur er, at passið ein vakran dag verður blátt…

----

Okkara merki hevur nú fylgt okkum í yvir 100 ár, og hvørt ár tann 25. apríl fegnast vit um hendan dýrgrip. Ein dýrgrip, sum eisini okkara eftirkomarar skulu eiga og verja. Tí okkara tíð her á fold er avmarkað. Okkara eftirkomarar liva longur, men krossmerkið livir um ævir.

Eg fari at enda við tveimum ørindum úr vøkru yrkingini, sum Gunnar Dahl-Olsen læt úr hondum á vári í 1920 sum eina heilsan til spildurnýggja føroyska flaggið.

Veittra Føroya flaggið frítt

á øllum Føroya verki.

Reytt og blátt og fannahvítt

skal vera føroyinga merki.

Frá vøggu og til svørtu grøv

yvir lond og yvir høv.

Føðiland, Guð signi teg

og merkið, sum tú eigur.

Lukku land, tær ynski eg

og merki tínum heiður.

So leingi sólin kyndar brand

verjast skal mítt flagg og land.
 

Takk fyri og framhaldandi góðan flaggdag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo